Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Rudda Føroyar fagnar nýggju slóðbrótandi pantskipanini hjá G! Festivali

Havið og strondin – tað man vera fremsta ímyndin av G! festivali, aftaná gott øl og góðan tónleik, sjálvandi. Festivalurin verður til tíðir íðkaður og notin eins nógv í sjónum sum á landi. Samstundis eru festivalar sum heild merktir av óvanligum oyðsli og ovurstórari nýtslu av einnýtisplasti, og G! festivalurin hevur ikki verið eitt undantak. Tilsamans kann úrslitið vera umfatandi havdálking. Nú tekur festivalurin sum tann fyrsti í Føroyum stig til eina skipan, sum eggjar fólki til at njóta rúsdrekka og tónleik, uttan at tað er til ampa fyri náttúruna.

Skipanin, sum er kjarnin í nýggja átakinum, snýr seg fyrst og fremst um at skifta einnýtisíløtini til drekkivørur út við fleirnýtisíløt. Á tann hátt fer átakið beint eftir høvuðsorsøkini til plastdálking, nevniliga at plast, sum er eitt sera haldgott tilfar, verður misnýtt til einnýtisendamál.

40% av plastframleiðsluni í Evropa verður nevniliga til einnýtislutir so sum innpakkning og annað. Fyri at nevna nøkur dømi brúka evropearar árliga 46 milliardir plast-drekkifløskur, 16 milliardir einnýtiskaffikoppar, 580 milliardir sigarettstubbar, 2,5 milliardir stk. take-away innpakkningar og 36,4 milliardir súgvirør .

Av tí sama eru 49% av plastlutunum, sum vit finna við strendurnar í Evropa, einnýtislutir, so tað er eyðsæð, at hetta oyðslið hevur avleiðingar.

Tí vil Rudda Føroyar, sum er føroyski parturin av heimsumfatandi altjóða ruddingardegnum (15. septembur), fagna G! festivali fyri at taka frástøðu frá oyðsli og plastdálking við hesum vælumhugsaða og málrættaða átakinum. Nú verður betri samsvar millum náttúrukarmarnar, ið ríka festivalin, og hvussu farið verður við náttúruni afturfyri. Fyriskipararnir av G! festivali hava við hesum víst, at teir taka trupulleikan í álvara, og at teir taka ábyrgd av teirra luti í honum.

Nú vilja vit heita á allar aðrar landsins festivalar, stevnur og so framvegis um at fylgja fyridøminum hjá G! festivali og taka ábyrgd. Tað ber til at venda einnýtisplasti bakið, og um onnur hava áhuga í at ganga somu slóð, so hava vit tilfar tøkt, sum kann vegleiða og veita íblástur til fyriskipan av plast-fríum festivalum og tiltøkum.

Rudda Føroyar

Rithøvundur: Ingmar Valdemarson