Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Rósa stillar upp fyri Sambandsflokkin

2019-08-26 08:55
Sambandsflokkurin - 

Eitt kent andlit í føroyskum landspolitikki stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Rósa Samuelsen er fødd í 1959 uppvaksin í Havn og eitt tíðarskeið í Gøtu. Rósa er dóttir til Sólfinn og Erlu Simonsen, hon flutti til Sandavágs í 1985, hon er gift við Heðin Svabo Samuelsen, saman eiga tey 3 børn og 4 ommu- og abbabørn.

Hon bleiv útlærd sum skrivstovukvinna í 1984 hjá P/F, BACALAO, hon starvaðist har í 7 ár. Frá 1985 til 2001 starvaðist Rósa í Føroya Sparikassi í Vágum, til hon tók við starvinum sum borgarstjóri í Sandavágs kommunu í 2001.

Rósa hevur verið kend innan kommunupolitikk síðani 1999, tá hon kom inn í kommunustýrið í Sandavágs kommunu, umframt at vera kommunustýrislimur var hon eisini forkvinna í Felagskommununi í Vágum.

Í tíðarskeiðinum frá 2001 til oktober í 2008 var hon borgarstjóri í Sandavágs kommunu, forkvinna í Føroya kommunufelag og næstforkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, limur í Demokratia og í stýrinum fyri Barnaverndarstovu Føroya.

4. februar 2008 tók Rósa sætið á Føroya Løgtingi, har hon eisini varð limur í Løgtingsins Trivnaðarnevnd. Frá 26. september 2008 til 14. november 2011 var hon landsstýriskvinna í Almannamálum. Eftir løgtingsvalið 2011 bleiv Rósa afturvald á Føroya Løgting, hon varð forkvinna í Løgtingsins Trivnarnevnd valskeiðið út.

Í 2013 bleiv Rósa borgarstjóri nú í Vága kommunu og stýrislimur í Kommunufelagnum. Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar2015 at umsita, varð Rósa næstforkvinna og í 2016 forkvinna i Stýrinum fyri Heimatænastuna i Vágum og forkvinna í 3 ár í Barnaverndarsamstarvinum fyri somu kommunur.

Rósa er økislimur fyri Vágar í JAVNA, limur í landsnevndini hjá Bláa Krossi Føroya, í skúlastýrinum á Giljanesi, og í skúlastýrinum á Skúlanum á Trøðni, eisini er Rósa nú forkvinna í Starvsnevnd Sambandsfloksins og frá november 2018 limur í tilvísingarnevndini hjá Betri Banka. Rósa hevur eisini roynt seg sum avloysari í barnagarðinum Sóljugarði í Sandavág, og umframt at hava samskipandi og ráðgevandi uppgávur.

Rósa sigur, at hon stillar upp fyri Sambandsflokkin, tí hon metir, at flokkurin kann lyfta upp tey veikastu, sjúku og eldri umframt tey, sum hava serligan tørv í samfelagnum.

Hjartamálini hjá Rósu eru tey bleytu virðini.

Hon ynskir at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum hava eina serliga avbjóðing í lívinum, fólk við sálarsjúkum, seinheilsskaða, alzheimer, børn og ung við serligum tørvi og teirra avvarðandi, her eru nógv, sum havatørv áeinari betri tilveru.

Øll hava sama rætt.

Tað liggur heilt nógv arbeiði fyri framman, sum skal gerast áðrenn rokkið verður á mál.

Eitt samfelag, sum tekur hond um tey, sum ikki megna tað sjálvi, er eitt ríkt samfelag.

Sambandsflokkurin

RN