Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Rósa Samuelsen forkvinna í Starvsnevnd Sambandsfloksins

Sambandsflokkurin - 

Landsnevndin í Sambandsflokkinum hevur valt nýggja Starvsnevnd og nevndin hevur skipað seg við Rósu Samuelsen sum forkvinnu

Landsnevndin hjá Sambandsflokkinum hevur valt 3 umboð í Starvsnevndina hjá Sambands­flokkinum - hesi eru Rósa Samuelsen, Ingi Mittún og Eyðbjartur S. Skaalum.

Nevndin hevur nú skipað seg við Rósu Samuelsen sum forkvinnu.

Starvsnevndin hevur sum høvuðsuppgávur at fyrireika, viðgera og samskipa mál til støðutakan í Landsnevndini, umframt at fyrireika størri mál og verkætlanir og tiltøk fyri Sambandsflokkin.

Sostatt hevur Starvsnevndin ein týðandi leiklut í innanhýsis virkseminum hjá Sambands­flokkinum, serliga nú fyrireikingar til tvey val standa beint fyri framman.

Rósa hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki - hevur sitið í Løgtinginum og eisini virka sum landsstýriskvinna í Almannamálum. Harafturat hevur hon drúgvar royndir sum borgarstjóri í Sandavágs- og Vága kommunu og hevur verið forkvinna í Føroya Kommunufelag.

Sambandsflokkurin

RN