Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

ROKNINGIN SKAL GJALDAST!

2015-02-04 16:35

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin vilja hava eitt PRIVAT fámannaveldi, meðan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava eitt politiskt ALMENT fámannaveldi til seg og síni. Hvar er munnurin?” Hetta tóktist at verða niðurstøðan í sjónarpssendingini um “FISKIVINNAN – stríði um tilfangi”.

Tað er ikki bara ein spurningur um at nøkur fáa gerast ríkari, og tey mongu ongan ágóða fáa. Spurningurin er hvat samfelagið fær burtur úr. Tað eru politikararnir sum hava skyldu at fáa sum mest burtur úr “makrelinum” - fyri land og fólk!

Tað er sjálvandi vinnan sum skal skapa gróðrarbotn fyri hvat samfelagið er ført fyri at gjalda. Uppgávan hjá politisku skipanini er at stuðla upp undir førleikamenning, rættar og rættvísar karmar – á øllum økjum – á ein tryggan og rættvísan hátt.

Stuðla upp undir frambrot og vinnuligt avlop, fremja nýggjar íløgur, fyri at skapa nýggj arbeiðspláss, og harvið størri avkast til fyritøkur, starvsfólk, nýggj arbeiðspláss og ikki minst pening í almenna kassan. Bert soleiðis eru vit før fyri at varðveita eina samhaldsfasta sosiala skipan, sum kemur øllum borgarum í hesum landið til góðar.

Rokningin skal gjaldast og hana skulu vit øll verða við til at gjalda!

Lasse Klein