Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Røða í Sandágerði

2019-06-22 12:25

Góðu tit øll

Tað er mær ein gleði at standa her í hesum náttúruvakra økinum longsta dag á árinum. 

Ja, hvat skulu vit røða um longsta dag á árinum? 
Tær løtur og teir dagar vit velja at varpa ljós á, eru sum oftast av tí góða, ella um eitthvørt sum gleðir okkum, heldur saman uppá okkum, er partur av okkara samleika og so framvegis. 

Ikki tí, at vit beinleiðis gleðast um at ganga móti myrkari tíðum, men fyri at vísa takksemi fyri tí veruleika vit eru partur av, eisini náttúruliga.
 
Tí lívið eigur at innihalda mótsetningar. Um alt bara var gott, um allir dagar vóru ‘fest og farvur’, um alt var leikur og gaman, so løgdu vit ikki tað til merkis. Um alt bara er gott, vita vit ikki hvat gott er.

Tað er í kraft av myrkrinum, at vit síggja ljósið og av styttri døgum, at vit hava longsta dag. Eins og ljós og myrkur er hugvegkjandi fyri okkum øll, eins og listamálarar, rithøvundar, tónasmiðjir og so framvegis.
 
Og vit frøast um longsta dag, vit frøast um at bíða eftir summarinum. Vit rigga til við havastólum og grillum og markisum og terassuvarmarum og láta sum um, at summarið er í hásæti. 

Og vit ganga fjøll. 

Vit eru góð við okkara vakra land og fleiri og fleiri verða bitin av at ganga upp á topparnar, ja, uppá øll fjøllini í Føroyum. Vit hava útgerðina, vit hava kortini, ja, so seint sum í vikuni fingu vit nýtt kort, eina nýggja heimasíðu, soleiðis at vit kunnu leggja afturat okkara vitan um bæði eitt og annað, sum hevur við okkara harðbaldnu klettar at gera.
 
Omma mín vaks upp í Lamba, men hevði ongantíð verið uppi á Stórafjalli.
 “Nei, hvat skuldi hon uppi á Stórafjalli?” 
Hon gekk til neyta og hon gekk til handa og hon gekk til og frá. Einki var á Stórafjalli. 

Í dag hava vit størri frælsi til at gera tað vit hava hug til, heldur enn bert tað, okkum er fyri neyðini.

Og hugurin eftir lívsnjótan økist alsamt, og her kunnu vit í Føroyum gleðast um alt vit hava beint frammanfyri nøsini og biðja eftir, at ‘de gratis glæder’ í størri mun fara at vinna á øðrum marglætistilboðum. 

Lívið er sum at súkkla – fyri at hava javnvágina, mást tú vera í rørslu. 

Og hvussu er okkara rørsla og hvussu er við okkara javnvág? 

Á longsta degi njóta vit náttúruna, vit ganga fjøll, vit brenna bál og vit hugna okkum. 

Fyrr í vikuni, tá eg koyrdi heim frá arbeiði, bar eg eyga við tveir eldri menn , annan í koyristóli, og hin rullandi. 
Ein so vøkur mynd í góðveðrinum, teir høvdu verið á konsert, báðir. 

Ein ímynd av, at ganga fjøll fyri hvønn annan.
 
Tí eins og fjallið er ímyndin av tí hægsta, tí víða sjónarringinum og tí vakra, so krevst eitt ávíst stríð at koma upp á toppin. 

Og fyri viðurskifti í lívinum, er øgiliga ymiskt í hvønn mun ‘fjøllini’ eru ein forðan, í hvønn mun fjøllini órógva okkara javnvág ella í hvønn mun fjøllini hava tað atdráttarmegi, sum er lívgevandi. 

Her kunnu vit ganga fjøll fyri hvønn annan. 

Eins og eldurin er ímyndin av tí vakra og máttmikla, so er hann vandamikil, tá ikki tamarhald er á honum. 
Í lívsins viðurskiftum hava vit brúk fyri at merkja eldin, at merkja hitan og at merkja lívið. 

Uttan mun til ‘fjøll', so er so nógv at gleðast um, at fáa eyga á, at vekja til lívs og at brenna fyri. Eins og at brenna fyri hvørjum øðrum. 
Tað øvugta er at missa tamarhaldið, at køva og eta upp tað góða rundan um seg. 

Fari at fortelja eina lítla søgu “fra det virkelige liv”. 
Eg sat í sofuni heima við hús og ein ketta mjavaði uttanfyri, so øgiliga hart. Eg kendist ikki við ljóðið og helt tað vera onkran frens í grannalagnum. Men hetta bleiv við, hart og hvølt. 

Kløkk bleiv eg, tá eg opnaði vindeyga og sá okkara kettu við einum evarska lítlum fiski, eini maðkapirru uppá eini 10 centimetrar. Eg rósti henni fyri bragdið, og undraðist á, hvar hon hevði fingið fatur á hesum fongi. 
Tá eg løtu seinni ætlaði at taka mynd av kettuni og maðkapirruni, var alt yvirstaðið fyri maðkapirruna og eg fekk onga mynd. 
Kettan hevur óivað tikið maðkapirruna í ánni nærhendis, og hevur borið hana allan vegin heim og sat nú undir køksvindeyganum, tí tað var har eg var. 
Haldi tað vera so ótrúligt og tekin um, hvussu djór eisini eru og at viðurkenning eru lívsvilkor. --

Kundi okkara tørvur eftir viðurkenning meira verið í tí heimliga millum tún og grannar, og eitt vet minni í løntari vinnu? 
Kundu vit gingið fjøll, kundu vit tendra neistar – til gagns fyri onnur og felagsskapin? 

Fyri at venda aftur til longsta dag og árstíð, fari eg at enda við einum ørindi hjá Mikkjali á Ryggi.
 
Av tindum út um sand 
so brosandi og fegið 
tú fyllir, Føroyaland, 
hvønn barm við summargleði. 

Gud geri okkum vís, 
Gud gevi okkum magn 
at virka tær til prís, 
at nøra um títt gagn. . 

Eg vil takka gulu skótunum fyri at skipa fyri bálinum, KFUK fyri bollar o.a., Tórshavnar mannskóri fyri sang og Sigurstein fyri skipan av føroyskum dansi. Stóra takk fyri tykkara góða og afturvendandi tiltak. Takk til Sámal Ravnsfjall fyri sang og spæl. 

Stóra tøkk øll somul, sum eru komin til hesa hugnaløtu og fyri at líða á. 

Gott summar! 

Takk fyri