Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 23 ára gomul, og eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

Røða hildin á Femifagnaði 2019

2019-03-12 15:30

Eg eri feminist, men eg lærdi meg einaferð allar sangirnar hjá Nik og Jay fyri at imponera ein drong.

Eg eri feminist, men eg havi hvørki lisið Bell Hooks ella Mary Wollstonecraft.

Eg eri feminist, men onkuntíð hugsi eg, at mínar sterku meiningar eru grundin til, at eg ikki havi sjeik.

Kenna tit podkastin The Guilty Feminist? Í hvørjum parti kemur verturin, Deborah Francis White við nøkrum setningum, sum á pappírinum ikki eru serliga feministiskir. Hetta kenna vit okkum helst øll aftur í og kunnu vera sek í.

Men hetta er nakað, eg ofta hugsi um. Hvat er tað feministiska idealið? Er tað nakar máti at vera meira kvinna enn onnur? Er feminisman og kvinnustríðið ikki júst stríðið fyri, at kvinnur hava somu rættindi og møguleikar sum menn, men eisini at vit kunnu vera tær, vit eru, og at vit kunnu skipa okkara lív og framtíð, sum vit vilja?

Hóast vit hava eina javnstøðulóg í Føroyum, sum eigur at tryggja javnstøðu millum kynini, so er tað ikki nøktandi. “Vit mugu hava eina hugburðsbroyting,” er tað typiska politikarasvarið. Ja, tað er rætt, vit skulu hava eina hugburðsbroyting, men tá ið hugburðsbroytingin ikki hendir av sær sjálvari, so mugu vit lóggeva hugburðsbroytingina, tí vit kunnu ikki bíða nógv longur.

At kjakast er sunt. Tað er tað, sum styrkir fólkaræðið. Kjakið og talufrælsið er svørðið hjá fólkinum, og øll eiga at kunna taka lut.

Eingin er perfekt. Eingin hevur svarið til alt, og tað er í lagi. Tað er í lagi ikki at hava eitt svar ella eina støðu upp á standandi fót.

At hava eitt gott, siðiligt og konstruktivt kjak kann flyta fjøll, og er tað, ið flytur okkara samfelag frameftir.

Í mun til fyrr, tá ið almenna kjakið var í bløðunum, og tað tók nakrar dagar at svara hvørjum øðrum aftur við lesarabrøvum, so hava sosialu miðlarnir gjørt tað lættari at kjakast. Tað er eisini styttri millum veljara og politikara. Tað er lættari at fáa sín boðskap fram og at gera sína rødd galdandi. Men í mun til fyrr, so gongur kjakið skjótt fyri seg. Aftursvar eru klár beinanvegin, og kjaksiðurin er ikki neyðturviliga blivin nógv penari. Fólk hugsa seg ikki altíð um og trýsta á send uttan at blunka. Tað er, sum um fólk gloyma, at á hinari síðuni av telduni situr eitt veruligt menniskja við kenslum og ikki bert ein facebook-brúkari.

Anti-feministiski retorikkurin livir sítt besta lív; serliga í hesum fake-news og fast-news tíðum. Meðan vit eru savnað her fyri at fagna teimum rættindum, ið vunnin eru, og meðan vit stríðast fyri betri lønarviðuskiftum, betri pensjónsviðurskiftum, betri býti av barnsburðarfarloyvi og móti harðskapi og skemming - ja, so eru miðlarnir í fullari ferð við at breiða út søgur um, hvussu langt úti og veruleikafjar feminisman er. Tað nýggjasta er, at aðalmálið hjá feministum er at gera ferðsluljós kynsneutral.

Net-miðlar gera næstan ongan keldukritikk, endurgeva aðrar netmiðlar, og stoyta bensin á bálið. Tað handlar um yvirskriftir, clicks og likes heldur enn góðan og gravandi journalistikk.

At bjóða seg fram sum kvinna í ungum aldri krevur mót og harða húð. Ákoyringar skola oman yvir teg, um at tú ongar arbeiðsroyndir hevur, ongar lívsroyndir heldur. Tú ert naiv, tá ið tú er so ung. Eitt, sum eg eisini verði bilsin um hvørja ferð, er, at eg má ikki úttala meg um ov nógv, tí eg havi ikki verið upp á vegin. Afturat teimum vanligu ákoyringunum, so skal eg eisini ígjøgnum dømingarhjólið.

Tað er, sum um kvinnur ongatíð kunnu vera rættar.

Um vit eru ov lætt ílætnar, eru vit við til at halda patriarkatinum uppi.

Eru vit tildekkaðar, so eru vit kúgaðar.

Eru vit ungar, so eru vit ov ungar, eru vit eldri, eru vit ov gamlar.

Eru vit væl smurdar, eru vit offur fyri vesturlendskum vakurleikaidealum.

Eru vit ósminkaðar, eru vit óinterresantar.

Fáa vit børn ov tíðliga, eru vit ábyrgdarleysar.

Fáa vit børn ov seint, eru vit egoistiskar.

Um vit velja at vera heimagangandi, eru vit dovnar.

Um vit arbeiða nógv, eru vit kensluleysar.

Nær eru vit nóg góðar?

Eg hugsi ofta, at hetta er við til at halda kvinnum aftur í almenna kjakinum. At verða dømd og kritiserað á einum heilt øðrum støði enn ein maður er hart. Gert tú eitt mistak, so er tað heldur ikki bara tú, ið verður kritiserað, men tá umboðar tú brádliga kvinnur sum ein bólk. Og um tú gert vart við tínar upplivingar, so skalt tú nokk blíva “mansplainað” um, at hetta ikki er rætt upplivað.

Í ov stóran mun handlar tað ikki um, hvat tú sigur, men hvørjar niðurstøður kunnu gerast um teg. Um tú gert upp við status quo, verður tað enn harðari. Fólk ganga út frá ymiskum um teg, fyri at gera eina niðurstøðu um, hví tú sigur, sum tú gert. Tú kanst eisini samanlíkna fólk við tað ringasta av tí ringa í eini roynd at fáa tey at tiga:

  • Gangi útfrá at tú IKKI hevur roynt at verið við barn.
  • Eg gangi út frá, at tú ert á lívi, júst tí at fosturtøkulógin ikki loyvdi mammu tíni at fáa abort.
  • Eg gangi út frá, at illimaður er pápi tín.
  • Øll tjóðveldisfólk skuldu havt tvungna abort.
  • Sig mær, hvør er munurin á IS drápsmonnum og tær, sum stuðlar fosturdrápi.
  • Tú ert verri enn Hitler og nazistarnir, tí í øllum førum vóru teir ikki fyri fosturtøku.

Í eini roynd at teppa teg, so verður tú ein dartskiva av ákoyringum, ið ongastaðni hoyra heima. Bara tí, at tú bjóðar teg fram í almenna kjakinum, so skalt tú ikki tola alt. Bara tí, tú hugsar ein tanka, so noyðist tú ikki at siga hann hart. Tað er ikki sunt fyri fólkaræðið ella almenna kjakið, at tað er so nógv merkt av persónsálopum, og at kjaksiðurin er so ljótur. Talufrælsi ja, men talufrælsi við ábyrgd.

Um vit skipa okkara samfelag sum eitt samfelag, har øll verða viðfarin eins, so økja vit um okkara fólkaræði. Tað er ikki gott fyri fólkaræðið, at fólk halda seg aftur, tí tey stúra fyri harða málburðin og ósiðiligu viðfaringini. Vit eiga ikki at tola slíkan atburð.

Feminisman er fyri øll. Feminisman arbeiðir fram ímóti einum samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar og rættindi. Feminisman snýr um, at allir heimsins borgarar liva eitt virðiligt lív og hava sama rætt og møguleika at skapa sær eina framtíð og ráða yvir egnum kroppi. Øll - óansæð aldur, kyn, húðarlit, seksualitet, trúgv. Feminisman er fyri øll, óansæð hvat onkur roynir at mótsiga.

Hvussu ofta eru tit hesa vikuna spurd, hví tað er neyðugt at halda 8. mars í 2019? Er nakað eftir at stríðast fyri? Hava vit ikki javnstøðu í Føroyum?

Um øll hoppa upp á bylgjuna um, at ferðsluljós skulu vera kynsneutral, okey, so skilji eg spurningin.

Men hvussu ber til veruliga at halda, at vit hava javnstøðu, tá ið kvinnur faktist fáa helvtina minni í løn enn menn upp á eitt ár?

Hvussu hava vit javnstøðu, tá ið tey størv, ið typiskt eru kvinnustørv, næstan ikki fáast í fullari tíð?

Hvussu hava vit javnstøðu, tá ið vit tosa um løn til typisk kvinnustørv í tølum, sum er full tíð, men har reella lønin faktist er munandi lægri.

Hvussu hava vit javnstøðu, tá ið tað, at mamman fer í barnsburðarfarloyvi, er natúrligt, men at pápin ikki skal tvingast at ansa eftir barni sínum?

Tað er rætt, at nógv stríð eru vunnin. Sterkar og fyrimyndarligar kvinnur hava stríðst hart fyri okkara rættindum. Men vit hava sanniliga nógv at stríðast fyri enn. Hóast vit í 1994 fingu javnstøðulógina, so manglar enn ein hugburðsbroyting, áðrenn kvinnur og menn eru javntstillað.

Eg meti meg sjálva vera ein rímiliga priviligeraða kvinnu í heimshøpi. Men eg eri eisini merkt av ótrygd í mun til alment kjak og harðan ágang. Í fleiri ár hevur politiska skipanin og føroyska samfelagið skríggjað eftir ungum kvinnum, men vit hava ikki ordiliga klárað at lofta tí mismuni, sum er millum kvinnur og menn í almennum kjaki. Vit mugu leggja trýst á politisku skipanina, so at vit fáa skipað kor, ið tryggja javnstøðu fyri øll - kvinnur og menn. Tað er tó at fegnast um, at landstýrið er komið við útspæli um javnstøðupolitikk - eisini kallað Føroya vandamiklasta skjal.

Vit eiga at steðga við at skamma kvinnur við at siga, at tær eru hysteriskar og ikki hava samband við sínar kenslur.

Vit skulu upplýsa nógv meira um javnstøðuarbeiðið og týdningin av javnstøðu samfelagnum. Fólkaskúlar og barnagarðar eiga at læra børn enn meira um kyn og javnstøðu.

Vit skulu arbeiða beinhart ímóti harðskapi móti kvinnum - í parløgum og ikki í parløgum. Fleiri kvinnur enn menn eru fyri harðskapi, og hetta vísir okkum eina ójavnvág í valdstrukturinum millum mann og kvinnu.

Vit eiga at broyta skeiklaða lønarmynstrið millum menn og kvinnur. Kvinnur eru - um ikki meira, so minst líka kompetentar sum menn. Kvinnur arbeiða eisini oftari niðursetta tíð.

Kvinnustríð og kvinnurættindi eru stættarstríð og tjóðarbygging. Føroyar eiga at vera eitt samfelag, har allir borgarar hava somu rættindi og møguleikar. Men vit fáa ikki javnstøðu, um vit ikki kollveltandi broyta samfelagsstrukturin. Vit fáa ikki javnstøðu, um vit ikki bróta fedraveldið niður samstundis. Vit skulu ikki skipa okkum undir verandi skipan, men gera eina nýggja skipan, ið byggir á onnur virði og lívsáskoðanir, enn hon ger í dag. Vit skulu byggja eitt samfelag - eina tjóð, ið trýr uppá, at øll eru líka og øll eru eitt íkast til samfelagið.

Eg eri feminist, og enn er nógv at stríðast fyri! Takk fyri!