Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Røða fyri sjálvbodnum hjá Bláa Krossi

2019-11-15 14:36

Ja, skjótt gongur tíðin, og nú er longu eitt ár síðani eg stóð her í somu ørindum.

Og ímeðan hava tit lagt upp á hillar, flýggja út við diskin og lagt í kassan, til endurnýtslu og hjálpararbeiði. Eins og tit menn hava tikið hond í, har boð hevur verið eftir tykkum.

Um eg skal hugsa um sjálvboðið arbeiði, so er tíðin ein týdningarmikil liður í øllum hesum. Tað, at fólk geva sína tíð til hjálpararbeiði. Hetta ber sjálvsagt betur til, tá ein ikki er í lønandi vinnu, men tað eru eisini fleiri møguleikar, soleiðis at til ber hjá øllum at hjálpa.

Men eg havi líkasum hug at dvølja eitt lítið sindur við tíðina og munin á, tá vit eiga tíðina sjálvi og tá vit geva hana til okkurt annað.

Tá vit hoyra endurminningar hjá gomlum fólki, so verður ofta leitað aftur og spurt um barnaárini.

Í flestu førum vóru barnaárini góð, og í seinna lagi, um tey ikki vóru so góð, at líkna við okkara umstøður í dag, so eru vit soleiðis innrættað, at vit minnast best tað góða.

Og tí hoyra vit ofta eldri menn og kvinnur tosa so jaliga, sorgblítt og við einum longsli eftir barnaárunum.

Eg rokni við, at størsta gleðin í barnaárunum var, at vit áttu tíðina sjálvi.

Gamaní, vit gingu eitt sindur í skúla, men vit høvdu ikki so nógvar skyldur mótvegis okkum sjálvum og mótvegis øðrum. Vit kundu vála úr fjøru í haga, millum húsanna og spæla úti til langt út á kvøldarnar. Sum barn søkir ein tað, sum stuttligt er fyri ein sjálvan.

Í endurminningunum koma vit ikki so nógv inn á lívið sum familjumenniskja. Vit fara nokk so skjótt tvørturum tey árini, tá vit vóru mammur og pápar.

Nei, vit tosa ikki um, hvussu vit vóru sum hjún, sum foreldur og um hvørjar tankar vit gjørdu um lívið ta tíðina, ella hvussu tað var at vera familja.

Eg rokni við, at vit hava brúkt so nógva orku til at fáa alt putlispælið at ganga upp í eina hægri eind, at minni og minni av tíð varð til tað stuttliga, til at spæla.

Vit máttu arbeiða, gjalda húsalán og fáa húskinum til dagsins uppihald. Møguliga hevur arbeiðið ikki altíð verið líka stuttligt, og óivað hevur hetta eisini ávirkað okkara huglag og yvirskot til ‘spælið’.

Og tí blívur ommu- og abbalívið so gott, tá tað kemur, tí tá eru ikki so nógvar skyldur, tá er ivaleyst av tíð og tá kunnu vit aftur taka okkum av løttum og ‘spæla.’

Men hví alt hetta tosið – nú vit skulu tosa um hjálpararbeiði.

Jú, nú eru vit ein felagsskapur av eldri fólki. Og vit hava ivaleyst ein líknandi gerandisdag. Vit fara upp um morgnarnar, kanska eta vit havragreyt, lurta eftir andaktini meðan vit hugsa um, hvat vit skulu finna uppá til døgurða – um vit ikki gjørdu tað kvøldið fyri.

Og so lesa vit bløð og hyggja í sjónvarpið og njóta tíðina og løturnar saman við okkara og okkara næstringum. Eins og vit fara til tiltøk og annað, sum vikan bjóðar upp á.

Vit gera nøkunlunda sum vit vilja – vit hava tíðina, vit hava frælsið, og tað verður ikki so nógv klokkan sum ræður okkara gerandisdegi. Vit hava eitt samfelag, sum hevur tikið hædd fyri hesum, so okkum ikki nýtist at vera í lønandi vinnu á eldri árum.

Og tí verða løtur eisini til eitthvørt annað, so sum hjálpararbeiði – og tað sigst, at tað at gera nakað fyri onnur, gleðir ein sjálvan. Nú gera vit tað vit hava hug til, og ikki tað vit eru noydd til.

Sjálvsagt er vandamikið við generaliseringum, men eg nevni hetta bara sum stórar linjur.

Vit hava eitt samfelag, har umstøður og yvirskot er til at hjálpa øðrum, og hetta skulu vit frøast um.

Í síðstu viku høvdu vit vitjan av manni úr Kjad, í Afrika. Jú, hjá teimum var ein annar gerandisdagur og stríð um viðurskifti, ið vit taka sum eina sjálvfylgju.

Eg hevði tað gleði at hoyra hann greiða frá í Skjólinum – hjá Bláa Krossi.

Hann var komin til Føroya at takka fyri stórfingna gávu, sum vit føroyingar geva til verkætlan hjá Bláa Krossi í Kjad. Við í ferðalagnum var ein finsk kvinna, sum arbeiðir sum samskipari av slíkum verkætlanum hjá Bláa Krossi, fleiri staðir í heiminum.

Tað var ein fragd at síggjaeldhugan í arbeiðinum – og hvussu takksom tey vóru fyri krónurnar úr Føroyum.

Seinni í vikuni høvdu tey kunnandi fyrilestur á Glasi.

Hevði ynskt at Glasir tók eitt sindur av roknitímanum og søgutímanum og tónleikatímanum, fyri at hoyra henda mannin greiða frá, og ikki av døgurðasteðginum sum gjørdi, at tómligt var við fólki, og neyðugt var at ‘ringja’ fólk á staðið.

Spell, at vit ikki seta meira prís á slíkar vitjanir, sum viðurkenning av manninum, og gera okkum dælt av støðuni og frágreiðingini, sum kann víðka okkara sjónarring og vísa á týdningin á hugvísindi og hjálpararbeiði yvirhøvur. Eitt sindur tankavekjandi ella ørkymlandi, nú so nógv verður tosað um tey seytjan heimsmálini.

Í Kjad hava tey ikki elektricitet, ella bara nøkur fá høvdu viðhvørt, tey høvdu ikki vatn, tey høvdu lítið av mati, og av tí, at so lítið var av mati, vóru tað mammur, sum doyvdu børnini við rúsevnum, kanska fyri at fáa tey at sovna, ella soleiðis. Og børn vóru ávirkað av rúsdrekka og fleiri komu ávirkað í skúla.

Har var 80% arbeiðsloysi.

Her hjá okkum verður sagt, at fólk í miðal drekka sjey litrar av alkoholi um árið, hjá teimum var talið omanfyri tredivu. Tey bryggjaðu sjálvi, tí bar tað til.

Eisini innan tað samskiftisliga var munurin øgiliga stórur, millum tey og okkum, og eitt dømi kann verða, at menn ikki hugdu uppá kvinnur.Hesin maðurin hevði eisini eitt sindur av hesum, at hann slerdi eyguni niður framman fyri tær, tá hann tosaði, men hann var vitandi um hetta, og royndi at broyta mátan at vera uppá, tá hann tosaði við kvinnur.

Tað búgva á leið 14 milliónir fólk í Kjad. 50% eru muslimar, 27% náttúrureligiónir og 23% kristin og katolikkar, sum var bólkurin, sum hesin maðurin hoyrdi til.

Tað sum Blái Krossur ger, ella tað sum hjálpin snýr seg um er, at byrja við børnunum. At byggja upp sjálvsvirðið hjá børnunum.

Ja, vit mugu byrja við børnunum, um vit skulu megna at broyta eina mentan – sum er so niðurbrótandi fyri eitt land. Bæði við misnýtslu, harðskapi og átrúnaðarligari kúgan.

Eitt slíkt land kann, stutt sagt, ikki mennast, bara við at geva pengar, - tað má verða skipað, tey mugu læra av okkum, og tað má verða ein nógv betri ankrað verkætlan, sum byrjar við børnunum og sum byggir á tað kristna støðið.

Og tað eru sjónligir munir, børnini gleðast um tilboðini, genturnar tora at rætta fingurin upp í tímunum, fólk tora at hyggja uppá hvønn annan, muslimsk og kristin børn spæla saman og dáma hvønn annan, og aðrir skúlar, aðrir lærarar forvitnast og spyrja um verkætlanina, so hon breiðir seg út um alt landið.

Ein so sera góð søga og góð ætlan, sum eg rokni við er einasta gongda leiðin í hjálpini móti fátækradøminum og stríðnum móti muslimska heiminum.

Vit hava lyndi til at spyrja, hví alt er so órættvíst og hví Guð er so órættvísur, at lata summi liva í slíkari armóð.

Vit fingu boðini,“Sært tú ein svangan, so gev honum at eta, ein tystan, so gev honum at drekka, ein ókunnugan,” og so framvegis.

Verðin blívur minni og minni, og næstin verður nærri og nærri, tí er tað gott, at vit kunnu gera hjálpararbeiði, og at vit síggja tað sum okkara skyldu, eisini sum land.

Blái Krossur ger eitt megnararbeiði á nógvum økjum, eins og Blái Krossur hevur sera stórt trúvirði sum hjálparfelagsskapur.

Sum kommuna takka vit sjálvsagt fyri alt arbeiði, sum Blái Krossur ger, bæði rúsdrekkafyribyrging,

-viðgerð og hjálpararbeiði, sum heild.

Sum samfelag strekkja vit ikki til á øllum mótum, og tí er tað alneyðugt, at Blái Krossur, og vit sum heild, síggja avbjóðingarnar og taka okkum av hvørjum øðrum.

Eg vil takka stigtakarum, eldsálum, teim íð slóða fyri og øllum tykkum, sum taka tykkara tørn á ymsum frontum.

Hjartaliga tøkk øll somul og Guðs signing.