Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Røða á tjúgu ára degnum hjá Ælaboganum.

Góða orkestur – tónleikarar, sangarar og venjarar.

Hjartaliga tillukku við stóra degnum, og tøkk fyri, at vit eru boðin við.

Vit hátíðarhalda nú tjúgu ára orkesturlív, tjúgu ára felagslív, framførðslur, ferðir innan- og uttanlands, samverur, hugna og vælveru.

Vit hátíðarahalda melodiin – melodiin sum tit funnu fyri tjúgu árum síðani.

Tá Sámal Bláhamar, aftaná noregsferð, hevði fingið íblástur til hetta orkestrið, og sum ikki lá á hugskotinum, men setti seg í samband við tey røttu fólkini, sum kundu og høvdu møguleikan at føra hetta út í lívið.

Tey kundu ypt øksl, tey kunda raðfest eitthvørt annað hægri, tey kundu droppað tað, - men tíbetur, tey fóru til verka. Tí sita vit her, tjúgu ár ríkari við Ælaboganum.

Napoleon Nólsoy fyri kvøldskúlan, Annika Højgaard, Brandur Øssursson og Sámal A. Weihe vóru tey fyrstu, ið arbeiddu við hesum góða tiltaki.

Og tit funnu durin. Sum í myndatalu merkir nakað jaligt, nakað gott og nakað í javnvág. Sum áhoyrari og áskoðari til tykkara lív í Ælaboganum, kunnu vit ikki annað enn gleðast, tí nøgdsemi lýsir av tykkum, bæði tá tit framføra og tá vit annars í gerandisdegi skifta orð við tykkum, so koma vit ikki uttanum Ælabogan, sum onkursvegna eisini er blivin tykkara samleiki.

Á veg í býin, ávegis í bussi, bíðandi á onkrum beinki, við ljóðføri í hond.

Ælabogin er symbolið um heild, ella møguliga betur sagt á donskum, om helhed, og um ein droymir um Ælabogan merkir hetta, at okkurt er komið í javnvág, okkurt er komið uppá pláss, okkurt gevur meining – kann orkestrið lýsast betri?

Við endan á Ælaboganum funnu vit gullið. Tað minnast vit úr Anders Andbløðunum, at fætter Højben altíð fann gullið. Tá vit varnast, tá vit leita, tá finna vit gullið, og lærdu at síggja felagsskapin og framførðslurnar endurspegla tykkum í tykkara bestu mynd.

Havi ofta sæð fimleikarar marsjera inn og út,til tykkara løg og sangir, tí tað er nakað lætt og stemningsfult yvir tí, sum tit hava latið úr hondum.

Og hvat er tað sum skal til, fyri at eydnast og fyri at hava fólk í sama hópi í tjúgu ár. Jú, uttan røttu fyriskiparar, uttan røttu leiðarar, uttan hjørtu á røttum staði – hevði hetta ikki borið til.

Og hvar kunnu vit annars bara vera okkum sjálvi? Hugsa vit, til dømis, um ítróttina, - hondbóltin, fótbóltin, svimjingina ella fimleikin – nær kunnu børn og ungu bara verða seg sjálvi?

Nær er gleðin í hásæti, nær ert tú dugnaligur í sjálvum tær. Og hvat kunnu vit læra av Ælaboganum? “Jú, tey skulu tíma og hava áhuga í tónleikinum, bara tað,” segði Annika útvarpinum, – eingi krøv , bara áhugi.

Vit eiga at steðga á, vit eiga at líta aftur og vit eiga at gera sum Ælabogin.

Í dag siga vit tillukku og í dag siga vit tøkk.

Jóhan, Katrin, Eirikur og Annika, hjartans tøkk fyri tykkara lut í Ælaboganum og stóra tøkk til tykkum luttakarar, sum hvørja viku samlast og gera dagarnar góðar fyri hvønn annan og okkum øll.

Og annars, tøkk øll somul, sum á ein og annan hátt gera hetta til veruleika.

Vegna Tórshavnar Kommunu sigi eg enn einaferð hjartaliga tillukku og blíðan byrð.

Takk fyri