Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Rív múrin niður í Palestina!

2014-08-04 03:44

Stríðið millum Ísrael og Palestina hevur vart nógv ár eftirhondini, og tykist ikki at fáa nakran enda. Ísrael hevur, síðani staturin varð stovnaður í 1948, yvirtikið meira og meira av palestinska økinum í Miðeystri. Í dag er Palestina vorið sera lítið og spjatt. Núverandi stríð fyriferst serliga í Gasageiranum, ið liggur út ímóti havið. Ísrael hevur gjørt stóran múr runt um økið. Hetta hevur m.a. við sær, at fólk ikki kunnu ferðast frítt, og at nógvir palestinar ikki fáa nóg góða læknahjálp, vatn og sanitet.

Stríðið er harðnað seinastu tíðina í sambandi við, at tríggir ísraelskir tannáringar vórðu dripnir á Vestara Áarbakka í juni. Ísrael gevur Hamas skyldina, og hevur sent rakett omaná rakett inn í Gasa fyri at útrudda Hamasrørsluna, og at oyðileggja loyniligu tunlarnar hjá Hamas. Veruleikin er tó tann, at stórur meiriluti av teimum dripnu eru sivil fólk. Fleiri enn 1500 palestinar hava latið lív seinastu vikurnar. Á ísraelsku síðuni hava uml. 65 fólk latið liv – meginparturin hermenn.

Støðan í Miðeystri er ræðandi. Atsóknirnar hjá Hamas kunnu ikki forsvarast, men mótálopini hjá Ísrael eru púra burturvið! Ísrael sendir rakettir inn í økir, har nógv fólk búgva. Og tey hava ongan møguleika at rýma, tí tey eru innibyrgd. Orkuverkið í Gasageiranum er hart rakt, og hetta hevur m.a. við sær, at sjúkrahúsini ikki fáa veitt grundleggjandi tænastur, tí teimum vanta streym. Skúlar verða bumbaðir, og skúlabørn lata lív.

Føroyar skal viðurkenna Palestina sum stat
Fyrsta stig at skapa frið í økinum, er at fáa eina friðaractalu í lag. Síðani er alneyðugt, at Palestina verður viðurkent sum statur og fær hertiknu landaøkini aftur. Føroyar eiga at taka virkið lut, og viðurkenna Palestina sum stat. Tað hevur sera stóran symbolskan týdning, at vit stuðla kravinum hjá palestinska fólkinum og viðurkenna Palestina sum tjóð.

Tað er tíð uppá at enda harðskapinum í Gasageiranum, harímillum at ríva múrin niður, so at fólk aftur kunnu ferðast frítt í sínum egna landi.

Tráin Petursson Nónklett
03/08-2014