Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Risa verkætlan uttan alment veðhald

2013-08-21 22:10

Politiska skipanin hevur seinastu árini havt ætlanir um, at ein undirsjóvartunnil skal gerast millum Streymoynna og Eysturoynna. Tað eru meira enn tíggju ár síðani, at privatir aktørar á fyrsta sinni tóku stig til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein tunnil. Síðani tá hava løgting og landsstýri, so at siga alla tíðina, arbeitt út frá ætlanum um eina privata tunnilsloysn.

Tey bæði undanfarnu løgtingini hava í ávikavist apríl 2007, mai 2010 og apríl 2011 samtykt at geva landsstýrinum heimild at fara undir samráðingar við privat felag um at gera og reka Eysturoyartunnilin, og í mars 2012 játtaði løgtingið Innlendismálaráðnum 6 mió. kr. til útbjóðing av einkarrættinum at byggja og reka tunnilin.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: “Lógargrundarlagið, sum landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur arbeitt eftir, hevur eina breiða politiska undirtøku - 25 tinglimir. Men eg havi tó tikið politiska rumbulið frá andstøðuni til eftirtektar. Eitt nýtt lógargrundarlag varð tí lagt fyri tingið. Ikki av løgfrøðisligum ávum, men av politiskum ávum. Tí eg kann ikki liva við, at ivi verður sáddur um heimildina fyri at fremja hesa verkætlan.

Tað er gleðiligt, at eitt privat felag ætlar at gera hesa risa verkætlan. Við hesum leisti tekur landskassin ongan váða og einki veðhald á seg, og er hetta høvuðsorsøkin til, at samgongan hevur arbeitt fram móti einari privatari loysn.

Tó hevur almenna kjakið um málið verið merkt av misskiljingum, og tí er neyðugt at fáa staðfest nøkur viðurskifti. Landið hevur møguleika at yvirtaka Eysturoyartunnilin aftur fyri ein avtalaðan prís, sum er størstur fyrsta árið og minkar sum frá líður. Tað er eingin ‘stavnsbinding’ í 50 ár fram í tíðina, sum onkur hevur ført fram. Tað er landið sum avgerð, um tað vil yvirtaka Eysturoyartunnilin ella ikki.

Við hesi loysn verða Norðoyartunnilin og Vágatunnilin ikki settir í veð, og verða eftir ætlan, ein partur av tí almenna vegakervinum, tá lánini eru niðurgoldin. Gongur privata tunnilsverkætlanin sum ætlað, sambært avtaluni, kann landið yvirtaka Eysturoyartunnilin fyri eina rímiliga upphædd eftir 21 árum.”

<b>Politiska gongdin í arbeiðinum um Eysturoyartunnilin:</b>

Á heysti 2002 tóku einstaklingar seg saman í ein bólk fyri at kanna, um handilsligt grundarlag kundi verið fyri eini tunnilsleið millum Skálafjørðin og Suðurstreym.

18. februar 2003 hevði bólkurin framløgu á Svangaskarði um eina tílíka tunnilætlan. Við tað at fíggjarligt grundarlag tyktist vera undir ætlanini, arbeiddi bólkurin víðari við ætlanunum.

29. september 2005 lat bólkurin úr hondum frágreiðing, har hann millum annað mælti til at ein ella fleiri sterkir peningastovnar stovna partafelag við tí endamáli at fáa til vega koncessión til at byggja og reka undisjóartunnil millum armarnar á Skálafjørðinum og Suðurstreym.

18. januar 2007 søkti P/F Skálafjarðartunnilin Vinnumálaráðið, sum tá umsat málsøkið, um koncessión.

2. mars 2007 legði Bjarni Djurholm, landssstýrismaður, fram uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy.

30. apríl 2007 samtykti Løgtingið uppskot til samtyktar, og tók við samtyktini undir við, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fer undir samráðingar við privat felag um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy og fast samband um Skálafjørðin og samsvarandi hesum leggur fram løgtingslógaruppskot, sum neyvari ásetir treytirnar.

15. november 2007 skrivar P/F Skálafjarðartunnilin Vinnumálaráðnum bræv og heitir á ráðið um at bera so í bandi, at samráðingarnar, sum høvdu verið síðani 30. apríl og út á tað heystið, kundu førast á mál.

19. januar 2008 er løgtingsval, og nýggj samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin, CHE samgongan, tekur við. Bjørt Samuelsen verður landsstýrismaður í vinnumálum, og sleppur ætlanini um at lata privatafelagnum koncessión. Í staðin fer Vinnumálaráðið at arbeiða við eini ætlan um, at landið skal byggja tunnilin møguliga gjøgnum partafelag.

26. september 2008 tekur nýggj samgonga við millumm Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Samferðslumál verða samstundis flutt úr Vinnumálaráðnum til Innlendismálaráðið, sum harvið skal avgreiða umsóknina frá P/F Skálafjarðartunlinum, og Annika Olsen verður landsstýrismaður í innlendismálum.

30. oktober 2008 letur felagið Innlendismálaráðnum avrit av ymsum skjølum í sambandi við umsóknina.

18. desember 2008 fekk landsstýrismaðurin á landsstýrisfundi undirtøku fyri at taka upp samráðingar við P/F Skálafjarðartunnilin um í fyrstu atløgu at koma ásamt um, at felagið rindar ráðgevaraútreiðslurnar, fyri síðani at finna ráðgevar, og eftir tað at fara víðari við samráðingum um endaligu koncessiónstreytirnar.

Fyrra hálvár 2009 eru nakrir fundir millum Innlendismálaráðið og P/F Skálafjarðartunnilin og Innlendismálaráðið arbeiðir við málinum og við at finna skikkaðar ráðgevarar.

August-september 2009 finnur Innlendismálaráðið sær tekniskar fíggjarligar og løgfrøðiligar ráðgevarar.

22.-24. november 2009 varð skipað fyri sokallaðum “kick-off seminari” har allir áhugapartar so sum landspolitikarar, kommunalpolitikarar, embætismenn og nevnd, stjórn og partaeigarar í P/F Skálafjarðartunlinum luttóku.

Ultimo desember 2009 undirskriva P/F Skálafjarðartunnilin og Innlendismálaráðið “Letter of Understanding”, ið er grundarlag fyri komandi samráðingunum um at lata felagnum einarætt.

Januar-mars 2009 samráðingarfundir við P/F Skálafjarðartunnilin.

6. mars 2010 leggur landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

27. apríl 2010 eru ráðgevararnir hjá Rambøll lidnir við sína meting, “second opinion”, av frágreiðingini hjá norsku fyritøkkuni SINTEF um eldsváðan í einum undirsjóvartunli við rundkoyring samanborið við ein undirsjóvartunnil uttan vegamót.

12. mai 2010 samtykkir Løgtingið løgtingslógaruppskotið, og lógin verður lýst 26. mai 2010.

1. juni 2010 fær P/F Skálafjarðartunnilin fyrsta uppskotið til avtalu um einkarætt.

30. september 2010 steðga samráðingarnar við P/F Skálafjarðartunnilin tí Eik fór fallit. Eik Grunnurin, hvørs størsta ogn var partabrøv í Eik Banka, átti ½ av P/F Skálafjarðartunlinum.

1. desember 2010; eftir henda dag hevði landsstýrismaðurin ikki longur heimild til at lata P/F Skálafjarðartunlinum einkarætt.

7. mars 2011 leggur landsstýrið fram uppskot um broyting í lógini. Broytingin er at heimildin hjá landsstýrismanninum til at veita P/F Skálafjarðartunlinum einkarættin verður longd til 1. august 2011.

6. apríl 2011 loysir løgmaður Anniku Olsen úr embæti sínum sum landsstýrismaður.

26. apríl 2011 samtykkir Løgtingið broytingaruppskotið.

3. mai 2011 er P/F Skálafjarðartunlinum sinnað at halda fram við arbeiðinum at náa fram til eina avtalu við Innlendismálaráðið um einarætt.

4. mai 2011 verður John Johannessen tilnevndur landsstýrismaður í innlendismálum.

22. juli 2011 boðar P/F Skálafjarðartunlinum Innlendismálaráðnum frá, at felagið ikki hevur møguleika at gera avtalu um einkarætt áðrenn 1. august er farin.

2. august 2011 boðar Innlendismálaráðið frá hesum í tíðindaskrivi. John Johannessen, landsstýrismaður, boðar frá, at hann ætlar ikki at bjóða einkarættin út, men at tað almenna skal byggja tunnilin.

27. september 2011 skrivar løgmaður út løgtingsval.

29. oktober 2011 er løgtingsval.

14. november 2011 tekur Kári P. Højgaard við sum landsstýrismaður í innlendismálum.

29. november 2011 heitir Innlendismálaráðið á Landsverk um at meta um hvat ið krevst av peningi, tíð og øðrum til at fyrireika eina útbjóðing.

4. januar 2012 býður Jens Hoeck, Deloitte, sær í telefonsamrøðu at koma til Føroya at hjálpa okkum at leggja til rættis, hvussu verkætlanin best kann fremjast.

24. januar 2012 er fundur við Landsverk í Innlendismálaráðnum, har avgjørt verður at hava temaløtu fyri landsstýrinum um hættir at útvega tunnil.

30. januar 2012 heitir Innlendismálaráðið á Deloitte um at verða til hjálpar í kanningini um hvat tað vil kosta at fyrireika eina útbjóðing.

9. februar 2012 vendir Deloitte aftur við einum tilmæli um hvussu farast kann fram í fyrireikingunum av útbjóðingini.

20. februar 2012 er Innlendismálaráðið og Landsverk á landsstýrisfundi um tilmælið frá Deloitte og ymsar hættir at skipa tunnilin og aðrar tunlar.

22. februar 2012 er framløga fyri løgtingsmonnum um Eysturoyartunnilin, har umboð fyri Landsverk og Innlendismálaráðið fara at greiða frá tunnilsverkætlanini..

14. mars 2012 letur Landsverk Innlendismálaráðnum frágreiðing, ið frá einum búskaparligum sjónarmiði lýsir munin millum at hava Eysturoyartunnilin í einum privatum samtaki og undir tí almenna.

30. mars 2012 leggur landsstýrið fram uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2013, og har eru settar av 6 mió. kr. í 2013 og sama upphædd í 2014 til at fyryreika útbjóðing av einkarættinum at byggja , fíggja og reka undirsjóvartunnilin, skjal 1 til uppskotið, Búskaparfrágreiðing I mars 2012.

3. mai 2012 samtykkir Løgtingið karmalógina við ætlaðu játtanini til at fyrireika útbjóðingina.

11. juni 2012 kemur Føroya Banki á fund við Innlendismálaráðið. Fyritreyt bankans var framvegis almenn luttøka. Tað bleiv greitt umboðum bankans frá, at tað politiskt var avgjørt at landsstýrismaðurin skal brúka sína heimild í lógini um at bjóða einkarættin út í fría kapping til privatar, og at Innlendismálaráðið eftir ætlan fó at fáa játtan á løgtingsfíggjarlógini til at fyrireika útboðið.

Juni 2012 arbeiðir Innlendismálaráðið víðari við at leggja útbjóðingina til rættis.

4. juli 2012 er fundur við P/F Skálafjarðartunnilin á skrivstovuni hjá Landsverki um møguleikan fyri at landið keypir tær ognir frá felagnum, sum landinum nýtist í arbeiðinum at bjóða einkarættin út. Niðurstøðan á fundinum var, at P/F Skálafjarðartunnilin skal umhugsa og innanhýsis umøða hvat tað er sinnað at selja ognirnar fyri. Felagið skal venda aftur til Innlendismálaráðið og Landsverk seinnapartin í august 2012.

30. juli 2012 er fundur í Havn við Jens Hoeck, sum vegna Deloitte hevur verið ráðgevið í verkætlanini. Avrátt bleiv hvussu útbjóðingin ítøkiliga skuldi fyritreikast, og at Jens Hoeck skuldi senda Innlendismálaráðnum eitt upplegg um tað, eins og hann skuldi finna fundardag eftir 7. september.

6. august 2012 sendir Jens Hoec Innlendismálaráðnum upprit um tilgongdina í útbjóðingini

9. september 2012 vendir Innlendismálaráðið sær til ráðgevararnar, sum vóru við frá fyrsta degi, um at gera avtalu um ráðgeving.

20. september 2012 minnir Innlendismálaráðið P/F Skálafjarðartunnilin á, at felagið skuldi venda aftur seinnapartin í august um hvat tað er sinnað at selja ognir sínar fyri.

21. september svarar P/F Skálafjarðartunnilin, men felagið ynskir so nógv fyri sínar ognir, at tað er ikki ein møguleiki hjá landinum at keypa tær. Tessvegna má útbjóðingartilfarið gerast uttan upplýsingar frá P/F Skálafjarðartunlinum.

28. september 2012 leggur landsstýrið fram uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2013, har skotið verður upp at játta 6,0 mió. kr. til at fyrireika útbjóðingina av Eysturoyartunlinum.

2. oktober 2012. Við støði í millum øðrum tí arbeiði, sum er gjørt um várið og summarið er fundur við ráðgevarar Innlendismálaráðsins. Evni á fundinum vóru leikluturin hjá ráðgevarum, Landsverki og Innlendismálaráðnum, um játtan, møguligar áhugaðar partar, ymiskt at fyrireika til fundir við møguliga áhugaðar partar, tilgongd fram til útboð og tíðarætlan.

22. oktober 2012 hevur Innlendismálaráðið fund við Sund & Bælt. Innlendismálaráðið kunnaði um verkætlanina Eysturoyartunnilin og Sund & Bælt greiddi frá feløgunum í Sund & Bælt samtakinum. Verkætlanirnar hjá Sund & Bælt verða ikki skipaðar sum OPP, men fíggjaðar við lánum við statskassaveðhaldi.

23. oktober 2012 hevur Innlendismálaráðið fund við ráðgevararnar um útbjóðingina og útbjóðingartilfar, memorandum.

Oktober 2012 til januar 2013. Tilgongdin at tilevna útbjóðingartilfarið á enskum máli. Tilfarið fevnir um memorandum og skjøl um millum annað jarðfrøði og tunnilslógina, sum er týdd til enskt.

19. desember 2012 samtykkir Løgtingið løgtingsfíggjarlógina fyri fíggjarárið 2013, har játtaðar verða 6,0 mió. kr. til at fyrireika útbjóðingina av Eysturoyartunlinum

Desember 2012 og primo januar 2013 verða møguligir íleggjarar bodnir til samrøðu við Innlendismálaráðið.

22.-24. januar 2013 hevur Innlendismálaráðið saman við ráðgevarum og Landsverki samrøður við 7 partar, sum hava víst áhuga og tikið við innbjóðingini

20.-21. februar 2013 verður skriv sent teimum, sum undir samrøðunum vóru áhugaðir og áhugaverdir, har heitt varð á teir um at bjóða sær til at byggja, fíggja, eiga og reka Eysturoyartunnilin.

26. mars 2013 leggur landsstýrið fram uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2014, og har eru settar av 6 mió. kr. í 2014 til at fyryreika útbjóðing av einkarættinum at byggja , fíggja og reka undirsjóvartunnilin, skjal 1 til uppskotið, Búskaparfrágreiðing I mars 2013.

17. apríl 2013 er freist fyri at vísa áhuga fyri bjóða sær til at fremja verkætlanina.

18. apríl 2013 boðar Innlendismálaráðið frá, at aðalráðið hevur – við støði í, at landsstýrið á vári 2012 gjørdi av at Eysturoyartunnilin skuldi bjóðast út til privat – kannað um áhugi er hjá privatum at átaka sær uppgávuna, og at nú verður farið í realitetssamráðingar við ein áhugaðan íleggjara.

2. mai 2013 verður landsstýrið kunnað um gongdina í samráðingunum og hvat partarnir kunnu semjast um.

2. mai 2013 undirskriva landsstýrismaðurin og hin samráðingarparturin avtalu um tilgongdina fyri samráðingum um treytaða avtalu um einkarætt til undirsjóvartunnil.

6. mai 2013 samtykkir Løgtingið karmalógina við ætlaðu játtanini til at fyrireika útbjóðingina.

Mai-juni 2013 eru samráðingar um avtalu um einkarætt.

18. juni 2013 verður landsstýrið kunnað um innihaldið í avtaluni, sum enn ikki er liðug.

21. juni 2013 er landsstýrismaðurin í samráð í Fíggjarnevnd og í Rættarnevnd Løgtingsins.

24. juni 2013 er kunningarfundur fyri limunum í Løgtinginum.

Kaj Leo Johannesen