Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ríkt og fjøltáttað lestrarlív í høvuðsstaðnum er loysnin!

Í kvøld verður býráðsfundur í Tórshavnar kommunu, og eitt punkt á skránni er hølisviðurskifti hjá Skúlanum á Fløtum. Sum skilst, fer skúlin at mangla høli komandi skúlaár, og býráðið fer tí at viðgera, um skúlin skal flyta inn á niðastu hædd í Finsen.

Í skrivandi løtu er niðasta hæddin ikki innrættað, og ætlanin hevur verið at gera eina kaffistovu í niðastu hædd. Hetta er eitt frálíkt hugskot. Endiliga komu lestraríbúðirnar, og sjálvandi skal eitt hugnaligt høli vera, har fólk kunnu hittast – eins og vanligt er á kollegium aðrastaðni. Ein kaffistova, har lesandi og onnur kunnu savnast, er uppløgd at hava í einum tílíkum býlingi, har tey lesandi búgva.

Tískil kom tað sera óvart á okkum, tá vit frættu, at býráðið í kvøld fer at viðgera eina aðra ætlan, sum vit einki hava hoyrt um.

Breitt virksemi undir sama taki

Endamálið hjá Tórshavnar kommunu og Bústøðum við at gera gamla kommunuskúlan til lestraríbúðir var at skapa nógv lív í miðbýnum. Og tað er eydnast sera væl. Býlingurin er vorðin til eitt alment savningarstað hjá øllum borgarum. Aulan verður brúkt til alment virksemi við tónleiki, list, framsýningum og fyrilestrum. Sangstovan verður brúkt til kórvenjingar og tónleikaframførslur. Báðar fimleikahallirnar skulu umskipast til eitt innandura spælipláss, og ætlanir eru, at Kvøldskúlin skal brúka evningsstovuna til verkstovur. Hetta merkir, at virksemi undir sama taki er sera breitt, og at veruligt lív er komið í býlingin, og hetta, halda vit, er sera gleðiligt.

Hóskiligt virksemi

Av somu orsøk er tað ynskiligt, at hølið á niðastu hædd verður nýtt til breiðari virksemi enn skúlastovur til Skúlan á Fløtum. Skúlastovur standa tómar og stongdar, tá ið næmingar fara til hús á middegi eftir loknan skúladag og somuleiðis í vikuskiftum. Í einum býlingi sum

Finsen, har øll onnur hølið verða gagnnýtt til fulnar, fara skúlastovur, sum standa tómar helmingin av vikuni, ikki at elva til meiri lív í miðbýnum.

Hvør fær sum mest burturúr hesi loysn?

Fremsta uppgávan hjá Tórshavnar kommunu er at skapa trivnað millum borgarar. Vit kunnu tí loyva okkum at spyrja, hvør fær sum best burturúr hesi loysnini? Eru tað tey lesandi, sum búgva á staðnum? Als ikki! Eru tað 3. flokkur og starvsfólk í Skúlanum á Fløtum? Vit loyva okkum at ivast.

Býráðið fær so tað burturúr, at tey noyðast ikki at hugsa um hetta aftur fyrr enn um tvey ár, tá ið Skúlin á Fløtum eigur at standa liðugur, gongst alt eftir ætlan. Men loysnir tiknar í bræði eru sjáldan tær bestu.

Gerið niðastu hæddina til karmar um felagslív hjá lesandi og ungum

Vit halda, at hin besta loysnin er avgjørt at halda fast í upprunahugskotinum um at gera hølið á niðastu hædd til eina kaffistovu. Lesandi, lærlingar og ung sum heild í Føroyum mangla eitt stað, sum kann savna okkum øll – nevnliga eina lestrarkaffistovu. Ein lestrarkaffistova er uppløgd at húsast júst í hesum høli. Tílíkar lestrarkaffistovur styrkja um felagslívið, lestrarumhvørið og skúlahugin hjá teimum lesandi.

Finsen er hitt fyrsta og størsta átak í Føroya søgu, tá tað snýr seg um lestraríbúðir, og er eitt veruligt stig til at kveikja lestrarumhvørvið í Føroyum. Eitt livandi og ríkt lestrarumhvørvi í høvuðsstaðnum er avgerðandi, skulu tey lesandi støðast. Um átøk, sum styrkja um lestrarumhvørvið, verða raðfest av Tórshavnar kommunu, fara lesandi at trívast og velja Føroyar. Hetta hevur bert jalig árin á kommuna og alt samfelagið.

Tí er tað okkara inniliga áheitan á Tórshavnar Býráð ikki at fara víðari við ætlanini um at flyta Skúlan á Fløtum inn í niðastu hæddina í Finsen.

Vinaliga

Íbúgvarnir í Finsen