Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ríkisveitingin – ein fíggjarligur hornasteinur

2013-10-03 21:25

<b>Fíggjarlógarlóg 2014</b>

Landsstýrið og Løgtingið royna í hesum døgnum at gera eina fíggjarlóg fyri 2014, sum kann gagna samfelagnum mest møguligt. Fíggjarlógin verður m.a. gjørd við tí útgangsstøði, sum samfelagið er í og útfrá teimum avbjóðingum, sum eru fyri framman.

Í sambandi við, at fíggjarlógin fyri 2014 er løgd fyri Løgtingið, hevur Landsstýrið lagt upp til eina trý ára avtalu við donsku stjónina um at prístalsviðgera ríkisveitingina, tvs. fyri tíðarskeiðið 2014, 2015 og 2016.

Til valið í oktober 2011 legði Sambandsflokkurin upp til, at ríkisveitingin varð prístalsviðgjørd við afturvirkandi kraft frá 2002. Seinni fór samgongan undir samráðingar við donsku stjørnina um hesa prístalsviðgerð o.a. Danska stjørnin vildi ikki gera hesar prístalsviðgerðir langt aftur í tíðina, men partarnir komu ásamt um, at hetta skuldi gerast fyrstu ferð frá 2012.

<b>Hækkingar í ríkisveitingini</b>

Sambandsflokkurin er tann einasti flokkur, sum hevur arbeitt fyri at prístalsviðgera ríkisveitingina og gera okkara búskaparligu krøv galdandi í Ríkisfelagsskapinum. Niðanfyri er gjørd ein lýsing av gongdini í ríkisveitingini higartil og teimum hækkingum, sum kunnu væntast fram til ávikavist 2016 og 2021.

Higartil 2014 fer ríkisveitingin at hækka við tilsamans 19,9 mió.kr. og við 47,5 mió.kr. í 2016. Tað sum er serliga áhugavert er, at framskriva vit ríkisveitingina við einum prístali uppá 2% árliga, so vil veitingin verða hækkað við 116,5 mió.kr. í 2021, ella koma uppá 732 mió.kr. tilsamans - eftir 10 árum.

Prístalsviðgerðin er ein kompensatión, ella eitt endurgjald, fyri príshækkingar. Hækkingarnar í ríkisveitingini hava tí við sær, at vit m.a. sleppa undan at skerja í okkara vælferðartænastum, men kunnu halda eitt høgt dygdarstøðið og kunna kappast við onnur lond um okkara borgarar.

Viðmerkjast kann, at hesar hækkingar kunnu síggjast í mun til tær 5-6 mia.kr., sum Føroyar hava mist í ríkisveiting síðan 2002. Inntøkur, sum knappliga/over night vórðu tiknar úr inntøkurenslinum hjá landskassanum - og ongar settar í staðin! Ein politisk avgerð um skerjingar í ríkisveitingini, sum frá tí at kreppa tók seg upp í 2008, hevur lagt sera stórt trýst á landskassan.

<b>Framtíðin í Ríksfelagsskapinum</b>

Føroyar hava eina ljósa framtíð í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin er við til at menna okkara samfelag og vit hava allar møguleikar fyri at skipa okkum sum vit vilja.

Tað er ongin, sum forðar okkum í at menna samfelagsbúskapin og at gerast meira sjálvbjargin búskaparliga, men tað skal gerast við skili og uttan, at vit á nakran hátt seta okkara vælferð í vanda – lægri vælferð merkir fólkafráflyting.

Eg eri persónliga glaður fyri, at Sambandsflokkurin megnaði at taka prístalsviðgerðina av ríkisveitingini upp til nýggja viðgerð í 2012 – ein avgerð, sum vit í dag síggja hevur eina jaliga ávirkan á møguleikarnar at fáa javnvág á FL. Ikki minst sleppa vit undan tilsvarandi at fremja sparingar á vælferðarøkinum ella noyðast at halda aftur við at menna samfelagið uppá ymiskar mátar.

Við Sambandsflokkinum í landsins leiðslu komandi árini, vilja vit skapa eitt trygt Føroyar at liva og virka í.

Kaj Leo Johannesen