Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ríkisfelagsskapurin - Partur 1 av 5

2019-04-24 10:35
Ríkisfelagsskapur - 

Bankakreppan fyri bert 10 árum síðan

Fyri 10 árum síðan upplivdu vit eina bankakreppu, sum vit seint koma at gloyma. Fólk mistu hús, bil, arbeiði o.a. Fleiri túsund fólk føldu seg noydd at flyta av landinum.

Støðan her heima og í ríkinum, var sera álvarsom. Um allur fíggjargeirin ikki skuldi koma í gjaldsføristrupulleikar, var neyðugt at danski staturin mátti veita trygd fyri, at fólk ikki mistu teirra ognir í bankunum, og harvið setti staturin tí 3.000 mia. kr. í trygd. Hetta var í 2008.

Árini eftir vóru aðrir bankapakkar framdir, sum peningastovnarnir í Føroyum eisini valdu at gera brúk av.

Vit stóðu saman sum eitt ríki, og vit arbeiddu okkum burtur úr kreppuni eftir fáum árum. Vit kunnu í dag bert gita hvat hevði hent, um vit ikki vóru í ríkisfelagsskapi. Tað er eingin ivi, at okkara samfelag var eitt heilt annað tá í mun til í dag, nú vit síggja fólkavøkstur á hvørjum ári.

Føroyski fíggjargeirin hevur ikki gloymt ta kreppu, sum allur heimurin kom í fyri gott 10 árum síðani. Tað er ongin ivi, at teir vilja gera alt fyri, at hetta ikki endurtekur seg. Nógvir Føroyingar mistu milliónir, og eg eri sannførdur, at trygdin í ríkisfelagsskapinum avmarkaði kreppuna í Føroyum og tryggjaði, at vit skjótt komu fyri okkum aftur.

Lat okkum ikki vera bláoygd, og lata kenslurnar vera tað, sum skal stjórna okkara samfelag. Vit mugu brúka sunt skynsemi og duga at síggja, at vit eiga at kempa fyri at tryggja at betra um okkara viðurskifti innanfyri Ríkisfelagsskapin.

Jaspur Langgaard

valevni fyri Sambandsflokkin