Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ríkisfelagsskapurin er lykilin til frælsi

2019-05-14 11:12
Ríkisfelagsskapur - 

Vilt tú frælsi, so er at velja Ríkisfelagsskap.

Ríkisfelagsskapurin er orsøkin til, at Føroyar eru eitt av teimum mest frælsu og demokratisku londunum í øllum heiminum av okkara stødd.

Um vit hyggja sokallaðum sjálvstøðugum londum sum Íslandi og Norra, so koma eini 50-60% av allari teirra lóggávu sendandi við postinum úr útlondum, frá ymsum altjóða felagsskapum.

Orsøkin er, at hesi bæði londini mugu vera partur av eini 50-60 ymsum altjóða felagsskapum, fyri at fungera sum ein sokalla sjálvstøðug tjóð.

Og í flestu felagsskapum hava tey onki at skula hava sagt, sum eitt evarska lítið land.

Londini eru tvingaði til at samtykkja hesar lógir. Har er ongin bardón.

Í Føroyum fer at kalla ongin lóg ígjøgnum, sum løgtingið ikki samtykkir.

Tað er eindømi um, hvussu frælsar Føroyar eru.

Jákup Fróði Djurhuus

valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið

RN