Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ríkisfelagsskapurin er gull verdur

2019-08-27 10:46
Ríkisfelagsskapur - 

Tað er gott, at vit hava eitt stabilt gjaldoyra í Ríkisfelagsskapinum. 

Um vit ikki høvdu bankapakkarnar, sum vórðu samtyktir í 2008, so høvdu allir uppspararar í Føroyum mist sínar pengar í bankunum.

Anders Fogh Rasmussen, danski forsætismálaráðharrin, ringdi til mín á heysti 2008 og spurdi um eg helt, at føroyingar vildu verða partur av bankapakkunum ….. eg svaraði ja, uppá standandi fót. 

Vit hava allar fyrimunir við ES-passinum uttan at verða ES-limir - Ríkisfelagsskapurin ger okkum til heimsins frælsasta fólk.

Føroyar høvdu farið á húsagang í 2009, um vit ikki vóru partur av bankapakkunum í Ríkisfelagsskapinum.

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður og valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN