Rigmor spyr um føroyskt fyri útlendingar

Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, um føroyskt fyri útlendingar.

Spurningarnir eru soljóðandi:

  1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið í mun til at bjóða útlendingum betri og fleiri tímar í føroyskum máli og mentan?
  2. Nær kunnu vit vænta, at tilboðið til útlendingar batnar?
  3. Hvussu nógv fólk metir Mentamálaráðið hevur tørv á undirvísing í føroyskum?
  4. Hvussu nógvar tímar metir ráðið, at ein útlendingur átti at fingið tilboð um, um tilboðið skuldi verið optimalt?


Viðmerkingar:
Eins og at føroyingar eru kring allan heim, so er allur heimurin eisini her hjá okkum. Í 2014 búðu 1232 fólk, sum vóru fødd í 50 øðrum londum enn í Norðurlondum, her í landinum. Onkri av hesum hava sjálvandi føroyskt sum móðurmál, men vit kunnu rokna við, at stóri meirilutin hevur ikki føroyskt sum móðurmál.

Útlendingar hava rætt til 20 tímar undirvísing í føroyskum, sum kvøldskúlin bjóðar út. Í samstarvi við Tórshavnar Kvøldskúla og ALS bjóðar Mentamálaráðið nú 20 vikur skeið í føroyskum máli og mentan, men sum skilst er eftirspurningurin nógv størri enn útboðið.
Beinleiðis samskifti við onnur yvir eitt longri tíðarskeið er fortreytin fyri at læra mál og mentan væl og virðiliga.

Seinastu árini eru nógvir útlendingar komnir til landið. Alneyðugt er, at hesi fólk læra føroyska málið so tíðliga, sum til ber, so tey koma at trívast í nýggja umhvørvinum, gerast partur av føroyska samfelagnum og kunnu starvast innan teirra øki.

Serliga eru nógvar kvinnur komnar hendan vegin, tí tær hava føroyskan mann. Hesar hava eisini ofta børn, sum kunnu koma illa fyri, tí mamman ikki dugir føroyskt. Tá er vandi fyri, at foreldra/barn leiklutirnir verða býttir um, og at barnið fær eina ábyrgd, sum tað ikki er búgvið til.

Á Løgtingi, 10. februar 2015

Rigmor Dam