Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Reyði Krossur takkar stuðlum og sjálvbodnum í hjálparnetverkinum

2020-04-09 07:58

Tá koronasmittan av álvara byrjaði at gera um seg í Føroyum, setti Reyði Krossur Hjálparnetverkið ímóti COVID-19 á stovn, til tess at stuðla borgarum, ið onkursvegna hava avbjóðingar av koronakreppuni.

Í Hjálparnetverkinum eru higartil áleið 120 sjálvboðin, ið á ymiskan hátt hava víst framúrskarðandi førleikar og vilja til at hjálpa sínum medmenniskjum.

Yvir 100 borgarar kring landið hava higartil fingið hjálp, eitt nú frá vitjanarvinum, við mat- og klædnahjálp, koyring í heimauppihald ella sóttarhald og við praktiskum uppgávum, sum t.d. innkeypi. Harumframt hava fleiri fingið ráðgeving frá professionellum sálarfrøðingum.

Betri, Bakkafrost, JFK og Fólkakirkjan hava latið stórar og kærkomnar peningaligar gávur fyri upphæddir ímillum kr. 100.000 og kr. 200.000.

Við stuðli frá m.a. JFK, Leif Mohr, Krás og Sandá, er Reyði Krossur farin undir virksemið Mathjálp, ið letur frystan døgurðamat til familjur og einstaklingar, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga.

Bilasølan Auto Service og bilaleigarin Avis hava latið Hjálparnetverkinum mini-bussar, soleiðis at sjálvboðin í Hjálparnetverkinum kunnu koyra borgarar í heimauppihald ella sóttarhald.

Aðrir týdningamiklir stuðlar, ið hava latið gávur til Hjálparnetverkið, ella latið góðan avsláttur, eru Framskák, Bilrøkt, PM, FK, umframt hópin av privatpersónum og smærri bólkum.

Reyði Krossur takkar hjartaliga bæði stuðlum og sjálvbodnum í Hjálparnetverkinum.