Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Revsa-gott-avrik-skattur skaðar vinnuna

2013-10-01 21:29

Samgongan vil nú tryggja fleiri inntøkur gjøgnum RGA-skatt (revsa-gott-avrik-skatt). Eyka skattur verður lagdur á fiski- og alivinnu, fyri inntøkur omanfyri 1 mio kr. At alivinnan brádliga skal gjalda trífaldan eykaskatt, sum fer úr 2,5% uppí 7%, er høpisleyst!

Alivinnan er ein framleiðsluvinna – ikki ein tilfeingisvinna. Í eini framleiðsluvinnu gevur tað millum lítla og als onga meining at leggja eyka skatt á, bert tí at skattskylduga inntøkan fer uppum milliónina. Tað svarar til, at bøndur skulu tit at gjalda eykaskatt, eydnast tað teimum at fáa neytini at mjólka fleiri litrar ella grasið at vaksa betri.

Í tilfeingisvinnum gevur tað meining at tosa um at skatta ”yvirnormalar” inntøkur. Eitt nú eitt oljufelga, sum fær loyvi at taka olju úr undirgrundini, skal kunna fáa eitt gott avkast, sum samsvarar við íløgur og váða. Men, vísir tað seg, at munandi meira olja er í undirgrundini enn væntað, og fyritøkan tí fær ”órímiliga” nógv meira burturúr, enn eitt vanliga gott avkast, tá er tað ikki órímiligt, at landið tekur stóran part av hesum eykayviryvirskoti inn. Nøkulunda somu argument kunnu nýtast fyri fiskivinnuna, har tey, sum fáa ella keypa fiskiloyvi, fáa atgongd at troyta tilfeingi, sum svimur í havinum.

Alivinnan er hinvegin ein framleiðsluvinna, sum keypir alla sína rávøru. At rávøran er livandi, er tað einasta sambæriliga sum annars er millum fiskivinnuna og alivinnuna.

At revsa við at gjalda rga-skatt, tess meira tú klárar at fáa burturúr tí avmarkaðu nøgd av smolti, setast kann út, tykist alt annað enn skilagott. Hvussu í allari víðari verð skal tað eggja til at fáa sum mest burturúr? Longu við eina millión fellir hamarin.

Alarar eiga eftir mínum tykki at gjalda eitt leigugjald fyri brúksrættin til firðirnar. Sjálvsagt! Tí teir fáa ein ekslusivan rætt, ið hevur stórt virði. Men karmarnir mugu ikki broytast ad hoc, bara tí fíggjarmálaráðharrin og Co, ikki fáa fíggjarlógina at hanga saman.

Alivinnan fær ikki 15% í skattalætta, eins og fiskivinnan. Hon fær ei heldur skattaafturbering, sum sjóvinnan. Ætlar landsstýrið at javnseta tilfeingis- og framleiðsluvinnur, so krevur hetta sjálvandi javnsetan innan bæði skattir, avgjøld og tænastugjøld. Men, tað eru tað, av fleiri orsøkum, ongar ætlanir um at gera. Tað er als ikki rímiligt, at pilka alivinnuna burturúr framleiðsluvinnunum og leggja RGA-skatt hesa vinnu, bara tí tað gongur væl í løtuni. Tað tykist ikki sørt óseriøst.

Bjørt Samuelsen