Rennibreyt eitt “must”

2012-10-03 16:49

Nú stundar ímóti býráðsvalið aftur, og spennandi verður, hvussu leikur fer fram, og hvørji mál verða sett

Sjálv meti eg, at norðingar eiga at fáa eina rennibreyt.

Vit síggja dagliga, hvussu stórur áhugi er fyri renning.

Tað eru nógv fólk, sum renna dagliga, runnið verður í býnum og ímillum bygdir. Hettar eru eldsálir, sum ikki hava sett stór krøv, men hava við ágrýtni, betra seg nógv í hesari ítróttargrein. Harímillum Treysti hevur stórt rós uppiborið.

Fleiri av rennarnum hava víst hegni, bæði her á landi og uttanfyri landoddarnar.

Kostnaðurin fyri at gera eina rennibreyt er ikki hægri enn so, at um komandi býráð velur at raðfesta hesa verkæltlan, letur tað seg gera.

Um Klaksvíkin skal mennast sum heilsubýir, so er ein rennibreyt eitt stórt stig á vegnum.

Um tað lukkast mær at vera innvald, havi eg sett mær fyri, at eg vil gera alt fyri, at rennibreyt í Klaksvík gerst veruleiki.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur