Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Reinar og bíligar orkuloysnir

2019-08-29 11:44

Á grøna økinum er tað mín greiða fatan, at brúkarin tekur alternativar grønar orkuloysnir til sín í somu løtu, sum tær gerast bíligari enn verandi orkuveitingar.

At tað almenna stuðlar borgarum at nýta dýrar grønar loysnir, er ikki leiðin fram.

Tí borgarin velur tað orkuloysnina, sum loysir seg best fíggjarliga.

Tey sum brúka dýrari grøna orku av hugsjónarligum orsøkum, eru bara tey fáu, sum hava ráð at brúka dýra grøna orku hugsjónarligum orsøkum.

Tí má ein orkuumskipan fyrst av øllum vera bíligari fyri brúkaran.

Tað er orkupolitiska avbjóðingin, og tað vil Miðflokkurin arbeiða fyri.

Jákup Suni Lauritsen
Miðflokkurin