Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Regeringsform, grundlov, forfatning - ella stjórnarskipan?

2015-06-06 15:15

Í dag hátíðarhalda sviar “Flaggans dag” og ikki minst “ 1809 års regeringsform", sum er grundarlagið undir týdningarmesta partinum av fýraliðaðu svensku grundlógini.

Í gjár hátíðarhildu danir “Danmarks Riges Grundlov”, fyri 21 døgum síðani hátíðarhildu norrmenn “Eidsvoll-forfatningen”, sum fylti 100 ár í fjør. Hví hava tey øll hvør sína serligu grundlóg ella stjórnarskipan? Tí eyðkennið fyri eina slíka er, at hon í fyrsta lagi tænir sum stýrisskipan, hon í øðrum lagi inniheldur reglur um rættindi borgarans og í triðja lagi harafturat lýsir grundleggjandi virði, sum fólkið tekur undir við. Hesi viðurskifti hava tey samst um í okkara grannalondum, hvørt land í sínum lagi.

Føroyar hava eina stýrisskipan, men hon sigur einki um rættindi borgarans og einki um tey virði, sum føroyska tjóðin stendur fyri. Danska grundlógin er stýrisskipan fyri Danmark eina, hon hevur grundleggjandi reglur um rættindi borgarans, men hevur ongantíð tikið støði í føroyskum viðurskiftum. Damnarks Riges Grundlov er heldur ikki eitt skjal, har føroyingar hava skrivað og samtykt tey virði, sum okkara tjóð er samd um.

Tí kunnu vit skjótt semjast um, at hetta arbeiðið er enn eftir at gera – ein regeringsform, eina grundlóg, ein forfatning, eina stjórnarskipan! Ikki tí – eitt stórt, dygdargott og grundleggjandi arbeiði er gjørt – nú manglar politiska raðfestingin og semjan um hetta fyri okkum í Føroyum so virðismikla skjal; eitt amboð at skipa føroyskan politikk meira prinsipielt, at semjast um spælireglur og at flyta fleiri grundleggjandi mál upp á eitt hægri stig – frá vanligum lóggávuarbeiði upp á grundlógarstig.

Tað verður eitt framstig fyri fólkaræðið í Føroyum – nær verður næsta stjórnaskipanarløtan?