Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Re: Steðga kynsligari orientering?

2014-02-08 08:05

Greinin, ið Símun Absalonsen hevið skriva og stóð í Sosialinum fyrr í vikuni, viðgerð kynsliga orientering. Her trívir hann í tvey evnir: íløguligan uppruna og samfelagsligan uppruna til kynsliga orientering. Í stuttum sigur Símun at hvørki gene ella meme (útlendsku hugtøkini ið Símun nýtir) kunnu nýtast sum grundgeving til hví ein er homoseksuellur, og at meme ikki er til, tí tað hevur hann fingið at vita frá tveimum heimsspekingum og einum biokemikara.

Eg ætli ikki at gera nógv burturúr annað enn at viðmerkja annars væl skrivaðu greinina, sum eg vænti, at Símun hevur brúkt nógva tíð at hugsa ígjøgnum. So um tú hevur lisið greinina hjá Símuni kanst tú fara beint til seinnu yvirskriftina. Men fyrst eitt stutt resume:
Resume
At byrja við tosar Símum um kynsliga atferð mótvegis orientering. Sum dømi vísir hann á neyðtøku, har ikki er ólógligt at hava eina orientering - ein hug, men har sjálv gerðin er ólóglig tí gerðin ikki er millum myndigar og samtikjandi partar.
Síðani fylgja nakrar orienteringar sum eru katalogiseraðar í einum donskum registara. so far so good og enn eru vit vinir.

Harnæst verður “the gay gene” viðgjørt ógvuliga simplistiskt, sum eitt líknandi gen, sum tey sum avgerða tína blóðtypu, hár- og húðarlit, kyn og annað. At eitt hvørt sovorið gen bert finnist í poppulerbókamarknaðinum. at testin er einføld og inniber eineggjaðar tvíburðar, ífylgi Whitehead.
Næsta evnið er “meme”, sum Símun heilt rætt gevur Dawkins upprunarættin til, og púra rætt sigur er ein formur av mentanaðarligum arvaeginleika hjá individum. Símun sigur frá í hvørjum samanhangum hetta hugtak oftast er at síggja (í viðgerð av átrúnaði). síðani samanber hann hetta hugtak við “Locknes”, sum vit øll vita aldrin hevur verið til, altso at “mem-spøkilsi” ikki hevur tað forkláringspotentialið, sum tað ellars skuldi eitast at hava ífylgi Christiansen og Sandbeck.
At enda leggur Símun miðlarnar undir at fara lætt um upplýsingina hvat LGTB evninum viðvíkur.
Íløguligi upprunin til homoseksualitet
her fer Símun ov lættliga um tíðningin av arvaliga potentialinum og vísur hann og Whitehead eina manglandi vitan um genetikk. eg hopi at Símun ein dag kemur at kenna et par minimum eineggjaðar tvíburðar. eg haldi meg kunna tosa um útviklingina av eineggjaðum tvíburðum við eitt sindur av innanhýsis vitan og mynduleika síðani pápi mín er ein slíkur, og haraftrat kenni eg nøkur eineggjaði tvillingapør bæði í og uttanfyri mínari familiu. Símun! tey byrja rættuliga líka og síðani útviklast tey ymiskt. Longri tíð gongur tess meira útviklast tey hvønn sín veg. Arvamassin verður verðandi tann sami, frá tí at móðir og faðir fusioneraðu við hvør sínari helvt av arvamassanum. Men gen verða annaðhvørt tendraði ella sløkt, og haraftrat eru til einhvørja tíð bara helvtin av genunum tendraði. Hetta er ein forsvarsmekanisma íbygd í mátanum arvaeginleikarnir verða implementeraðir. Tíðskil er tað ikki neyðugt at kunna vísa á eitt gen, sum, um tað er til staðar, gevur 100 % útslag. við ørðum orðum, um ein hevur “the gay-gene” so er ein bøssi. Vit eru øll full av íløguligum feilum, harav allar flestu teirra aldrin fara at manifestera seg í eini sjúku. hjá summum eru feilrinir 100%, sum hjá teimum við t.d. Down syndrom, har eitt kromisom manglar, ella hjá teimum við Hemofili, har sama genið frá móður og faðir hava sama defekt og tískil ikki produserar tey protoin, sum eitt frískt gen vildi verið programerað til at gjørt. Um eg havi eitt defekt gen, so eru spurningarnir, um tað er aktivt ella passivt, og hvussu nógv umhvørvið hevur at týða fyri um eg gerist sjúkur. Eg kann, og geri tað allarhelst, ganga við einum ella fleiri sjúkum genum sum bara økja mín kjans at gerast sjúkur við t.d. 1%. Altso, tað eg vildi siga, er at tvíburðar als ikki altíð skulu hava sama kynsliga orientering og tískil er tað ikki ein einføld test.
Eg trúgvi ikki uppá at har er ein samansvørjing um at dylja fyri kanningartilfari. Í so fall at slíkt tilfar finnist, so giti eg at tað ikki er útgivið tí at peer-review prosessin enn er í gongd. Eg hopi, at tilfarið ikki er útgivið, um so er at kanningarnar bert vóru íverksettar fyri at vátta sína egnu hugsan um evnið, og hopi eg, at um so er at slíkt tilfar finnist óútgivið, at tað er stoltleikin sum heldur úrslitinum aftur, tí úrslitið ikki bleiv, sum prestur prædikaði.

Samfelagsligi upprunin
Eg vil pástanda at hvørki Símun, Christiansen og Sandbeck hava skilt hvat “meme” hugtakið er ella hvat forklárigsvirðið tað hevur. Eg vil pástanda, at tey hava fulkomuliga misskilt hugtakið, eg, sum ellars at byrja við, trúði, at Símun hevið skilt sosiala partin av okkara arvi. poeingið við meme er nemmuliga, at har er eingin biomarkørur onkunstaðni í høvdinum, sum avgerð, um ein er smittaður. tað er ein sosialur arvur eins og summastaðni er tað ónáttúrligt ikki at feira carneval, ella at tað er púra ónáttúrligt ikki at vera umskorin. har er eingin biomarkørur, sum avgerð um ein Rio de Janero búgvi feirar Carneval í februar ella ikki, ella um eitt barn verður umskorin onkunstaðni í Sub Sahara Afrika.
Í summum statum í USA verða fólk nógv fyrri gift enn í ørðum statum og paradoksalt hava hesir generelt konservativu statirnir eisini hægri hjúnarskilnað enn í teimum meira sekuleru statunum. har er eingin biomarkørur sum avgerð hetta. men eins og við carneval og umskering er ein samfelagsforvantningur um at ein giftist tíðliga, feirar Carneval (ella Ólavsøku) og umsker sítt barn.
At enda
Eg sigi ikki at okkara media hevur givið eina rætta, rættvísa, rímuliga ella einsíðis mynd av LGBT evninum. Men skammist eg ikki yvir at siga, at greinin hjá Símuni er einki minni enn propaganda, ein selektiv lýsing av hvat vísindafólk (ikki innan respektivu fakini genetik og antropologi) siga um hugtøkini Símun hevur roynt at lýst. Eg helt at Símun var ein rímuligur maður, men fyri mær sær tað ikki út til, at hann kann broyta meining, hóast evidence sigur annað um hetta evnið, tí hann religiøst ikki kann tulka Bíbliuna á annan hátt enn at bókin er Guds orð, orð fyri orð. tískil má maðurin benda fótin til at kunna passa glassskógvin hjá Øskufíu.