RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum!

2020-06-05 13:34

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: 228314 - gjaranes@gmail.com- Skrivað: pjd, Glyvrar 24.05.2020

____________________________________________________________________________________

RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum!

Heimskendi rithøvundurin, bíbliulærarin, evangelisturin og apologeturin Ravi Zacharias andaðist í heimi sínum í Atlanta í statinum Georgia mánadagin 18. mai 74 ára gamal. Seinastu tíðina hevur hann verið sjúkur við kreft. Hann og konan Margareth fingu 48 ár í hjúnabandi, og tey áttu trý børn.

Ravi Zacharias er kendur um allan heim fyri sínar mongu bøkur og mongu talur og fyrilestrar, og ikki minst sum sannførdur apologetur fyri tann kristna og bíbilska sannleikan.

Tað eru nógv í Føroyum innan allar trúarbólkar, sum hava lisið bøkur og lurta eftir talum hjá Ravi Zacharias, og sum eisini hava vitjað á stevnum, har hann hevur verið høvuðstalarin, t.d. í 1985, tá hann vitjaði í Randers, har fleiri føroyingar hoyrdu hann. Hann er ein høgt virdur rithøvundur og bíbliulærari millum føroyingar, og tað koma at verða nógvir, sum koma at sakna tað, ið kom frá munni og penni hansara.

Kristiliga Tíðindasendingin hevur spurt seg fyri hvat kendir føroyingar siga um Ravi Zacharias:

SÍMUN ABSALONSEN, sum hevur lisið og lurtað nógv eftir Ravi Zacharias, sigur um hann: “Hann var mildur, eyðmjúkur, vitandi, gløggur og óvanliga orðkringur. Hansara orðatorisku evnir vóru í flokki fyri seg!”

JÓGVAN ZACHARISSEN, sum hevur møtt og kennir Ravi persónliga, sigur um hann: “Tað er altið hann eg havi hugt til við existensiellum spurningum, tí hann viðgerð teir á høgum intellektuellum støði, men samstundis so persónliga, tá hann leggur dent á okkara persónliga samfelag við Jesus. Hetta virkar javnvág millum høvdið og hjarta.”

Ravi Zacharias var 17 ára gamal, tá hann kom til persónliga trúgv á Jesus. Hann varð offur fyri eini sjálvmorðsroynd, men meðan hann lá á sjúkhúsinum las hann bíbliuørindi í Jóhs.14,19 tá Jesus segði við lærisveinarnar: “Tí Eg livi og tit skulu liva!”Hetta bíbliuørindi vendi hansara lívi 180 gradir, og hann gjørdist ein heilhjartaður Kristin, sum halgaði alt sítt lív til tann kristna boðskapin.

Ravi Zacharias var føddur í Indien í býnum Madras. Foreldrini fluttu til New Delhi í Indien, tá Ravi var smádrongur, og har kom hann at vaksa upp. Foreldrini vóru limir í ensku kirkjuni og vóru sostatt Anglikanarar. Í 1966, tá hann var 20 ára gamal, fluttu foreldrini til Canada. Hann hevði bæði canadiskan og amerikanskan borgaraskap. Á sumri í 1971 var hann í Suður Vietnam, har hann virkaði sum evangelistur millum amerikansku hermenninar. Hann legði eftir seg millum 25 og 30 bøkur.

Æra veri minni eftir Ravi Zacharias!