Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Rás2 noyðist at skifta navn

Eirikur Lindenskov, blaðstjórin í Sosialinum, hevur ein stóran trupuleika við at halda seg til sannleikan og hevur hann ikki fakta, ja, so finnur hann bara uppá okkurt.

Ikki er óhugsandi at Miðlavarpið sum eigur Rás2 má skifta flagg, tí 28. juni fara nøvnini á tvingsilssølu og aftaná verður tað møguliga R2 Net sum eigur nøvnini, Rás2 v.m.

Eftir áheitan frá Sigmar Bláberg - um kravið hjá R2 Net til nøvnini hjá Rás2/Miðlavarpinum - gav eg mína frágreiðing í útvarpstíðindunum hjá KVF fyrst í mai, har Jonhard Hammer, umboð fyri Miðlahúsið, eisini hevði eina viðmerking í somu sending.

Dagin eftir, tann 09. mai, í KVF tiðindasendingini kl. 18, kemur Eirikur Lindenskov við viðmerkingum til mína útsøgn í KVF.

Hetta er ein sera misvísandi og ósonn frágreiðing. Eirikur beinleiðis lýgur uppá dómaran, finnur uppá fiktiv tøl og reingir søguna til nakað heilt annað enn hon í veruleikanum er.

Eg sendi beinanvegin avrit av dóminum til Sigmar Bláberg, og væntaði sjálvandi at tað fór at koma við í næstu tíðindasending, men ikki eitt orð.

Eftir standi eg sum lygnarin fyri Føroya fólki, sjálvt um Sigmar hevur fingið avrit av dóminum.

Tað hevur ongantíð verið nøkur rokning uppá kr. 65.000 og heldur ikki nøkur uppá kr. 820.000, sum er løgd fyri Føroya Rætt.

Dómarin hevur heldur ikki minkað um nakað krav frá okkum, vit hava fingið fult viðhald í øllum sum vit kravdu.

Eirikur hevur ein stóran trupuleika við at halda seg til sannleikan og hevur hann ikki fakta, ja, so finnur hann bara uppá okkurt. Eirikur eigur heilt avgjørt at søkja sær serkøna hjálp.

At verða stjóri í einari miðlafyritøku við slíkum veikleikum er ikki gott fyri nakran.

At Sigmar Bláberg og KVF heldur ikki eru áhugaði í sannleikanum er bert spell, og vísir enn einaferð at søgan hevur meira virði enn sannleikin.

Viðlagt er avrit av dóminum og ljóðbrot av samrøðuni hjá Eiriki við Sigmar Bláberg.

f. R2 Net Spf.
Petur Jacobsen


Dómur R2 Net vr. Miðlavarpið.pdf   Les dómin her

KVF-tíðindi 09-05-18.mp3   Hoyr KVF-tíðindi 09-05-18