Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ragnar Isaksen stillar upp fyri Sambandsflokkin

2019-06-04 11:25
Sambandsflokkurin - 

Enn eitt nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið

Ragnar Isaksen er føddur 01.12.1983. Hann er uppvaksin og býr í Kvívík, saman við konu síni Anni og synunum Andras 5 ár og Anton 2 ár.

Ragnar starvast í Skálkur-samtakinum í SMS, har hann byrjaði at arbeiða í 2002 og lærdi har í tíðarskeiðnum 2003-2006.

Hann hevur annars roynt ymisk arbeiðir frá ungum árum. Byrjaði sum heilt ungur at rudda av borðunum og vaska upp í Perluni í SMS. Hevur arbeitt á kryvjivirki, arbeitt sum málari, verið skrellimaður - arbeiðir, sum hann er fegin um at hava roynt. Hevur verið handilsleiðari og átt klædnahandil. Eisini seldi hann eitt tíðarskeið bilar og hevur eisini arbeitt í byggifyritøkuni Bulur, sum er nakað heilt annað, men sum honum dámdi væl.

Á bygdaráðsvalinum 2016 bleiv Ragnar Isaksen valdur í bygdaráðið í Kvívíkar kommunu. Ein uppgáva og álitisstarv, sum hann er sera stoltur av at havi fingið, og sum honum dámar sera væl.

Seinnu árini er veruligi áhugin fyri landspolitikki sprottin í honum, og hann velur nú at bjóða seg fram her - tí hann heldur seg hava nakað at bjóða og vil vera við til at betra í okkara annars so fantastiska landi.

Tað er onki dulsmál at tað serliga er heilsu og almannaverkið, sum liggja hjartanum nær hjá honum. Tey, sum kenna hann, vita, at hann ber eina álvarsliga sjúku, og hevur tí tætt tilknýtið til heilsu- og almannaverkið uppá ymiskar mátar. Tað er játtanin til hesi øki, sum hann vil hava raðfest nógv hægri. Hann sigur, at vit hava fantastisk starvsfólk á hesum økjum, men játtanin fylgir ikki við teimum føgru orðum, sum ofta verða søgd um hesi øki.

Eitt annað hjartamál, og sum umfatar eitt sindur av tí sama, er rørsla (ítróttur) fyri allar aldursbólkar. Frá barni til pensonist. Fólkaheilsuráðið hevur ferð eftir ferð víst á vandan við manglandi rørslu og ovurfiti. Og fylgisjúkur hesum við víkjandi, m.a. diabetes/ sukursjúka. Har vil Ragnar innføra eitt nýtt slagorð: “reseptfrían heilivág” - tað merkir meiri rørsla, heldur enn bara at fáa heilivág fyri alt.

Onnur mál, sum hava hansara stóra áhuga eru vinnan og tilflytarar úr øðrum londum.

Taka vit vinnuna. So heldur hann, at vinnan má sleppa at virka og vaksa, og sjálvandi undir teimum lógargivnu treytum á økinum. Tí sterkar vinnufyritøkur skapa eitt sterkt samfelag. Eitt rætt vinnulívsfólk leggur seg ikki at bøla á teimum vunnu pengunum. Nei, tey fara út at skapa enn meira virksemi. Sum her skapar enn fleiri arbeiðir, og enn meiri avleitt virksemi og enn fleiri skattapengar o.s.fr.Og so skal tað loysa seg at arbeiða. Taka nakrar eyka tímar, uttan at alt ferð upp í skatti og avgjøldum.

Tilflytarar úr øðrum londum. Tað er sera týdningarmikið, at stór orka verður løgd í, at tá ein føroyingur búsitandi í føroyum, finnur sær maka úr øðrum londum, at makin beinanvegin verður “integreraður” í føroyska samfelagið. Ein treyt má vera, at øll fáa tilboð og skulu læra føroyskt. At tann føroyska mentanin og føroyski kristnið siðaarvurin verður teimum kunnaður og lærdur. Og at hetta skal virðast.

Føroyar byggja á tey kristnu virðini. Og hetta vil Ragnar verja. Tí er so sera týðandi, at vit ikki loyva fremmandum trúarsamfeløgum at festa røtur í føroyska samfelagnum. Vit kunnu bara hyggja at grannalondum okkara, sum øll hava mist tamarhaldið og valdið á samfelagnum.

Sambandsflokkurin

RN