Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Rætt(ur)in má vera har fyrst

2013-08-31 21:41

Góðu útisetar.

Lat meg fyrst av øllum staðfesta, at eg elski Føroyar.

Tað er so gott sum alt við Føroyum, sum mær dámar beista væl, og mær dámar eisini sera væl, at vit eru so nógv, sum hittast her í dag at geva okkara meining til kennar viðvíkjandi støðuni í heimlandinum, nú vit ikki kunnu vera á Vaglinum í Havn.

Eitt annað mær dámar øgiliga væl er at diskutera, hvussu vit best gera Føroyar til eitt liviligari samfelag. Tá tosað verður um at gera samfelagið liviligari, snýr tað seg ofta um raðfylgjuna av komandi íløgum, og tað blívur ofta eitt rættiliga ideologiskt kjak, um pengarnir nú skulu brúkast uppá til dømis flogvøll, undirsjóvartunnil ella universitet – og tað er sjálvandi gott, at fólk eru ósamd og umrøða, hvat er rættast at gera.

Veruleikin er eisini, at taka vit hvørja einstaka broyting, sum verður gjørd í samfelagnum, so hevur hvør broyting sær, í stóru myndini, ikki ”nakað uppá seg”, fyri at brúka orðini hjá løgmanni á portalinum hósdagin um politiska órógvið í Føroyum.

Flatskattur ger, at tey flestu fáa eitt lítið sindur meira pengar millum hendurnar, men prísirnir hækka eisini, so tað hevur ikki so nógv uppá seg. Og tað kann altíð broytast aftur.

At skatta pensjónirnar við inngjald hevur í verandi løtu nærmast ongan týdning fyri nakran. Tað verður ikki fyrr enn pengarnir mangla um nógv ár, at tað hevur nakað uppá seg.

At Landsbankin er niðurlagdur hevur fyri so vítt heldur onki uppá seg í stóru myndini, og hann er heldur ikki so ringur at seta á stovn aftur.

Eg sigi harvið ikki, at tað vóru snildar avgerðir, men tað vóru úrslit av einari demokratiskari tilgongd við greiðum spælireglum, har annar parturin vann.

Men tað hevur nakað uppá seg, tá mann droppar demokratisku tilgongdina í einum samfelag. Tá mann spælir við rættartrygdina hjá borgarunum, flytir Føroyar burtur frá at vera eitt rættarsamfelag og byrjar at at fáa eitt samfelag, har summi blíva meira líka enn onnur fyri lógini, nærum óendaliga nógv vald verið latið einum landsstýrismanni og fólksins umboð í Løgtinginum verða sett at lóggeva í blindum – ella í hvussu so er um eitt mál, sum tey ikki sleppa at tosa um.

Tað er orsøkin til, at eg eri møttur upp til hetta mótmælistiltak.

Eg haldi, at tað hevur nakað uppá seg, at Kári P. Højgaard hevur roynt at gera eina avtalu uttan lógarheimild. Heimildin at veita einkarætt til tunnil millum Suðurstreymoy og Suðureysturoy fall nevniliga – um mann ikki er rættiliga kreativur – burtur í 2011.

Nú skal eg kanska nevna, at heimild var fyrsta orðið undirvísarin nevndi, tá eg byrjaði at lesa løgfrøði fyri trimum árum síðan, og tað er framvegis tað fyrsta mann kannar í nærmast øllum løgfrøðisligum spurningum. Heimild, greiddu undirvísararnir frá, er til dømis, hvat parlamentini í samfeløgum, sum líkjast okkara, geva ráðharrunum loyvi til at gera.

Í lógini um at gera undirsjóvartunnil stóð, at heimildin hjá landsstýrismanninum til at gera avtalu um privatan tunnil fall burtur 1. august 2011, um P/F Skálafjarðartunnilin ikki brúkti einkarættin áðrenn tann dagin, og at tað einasta, sum kundi fáa málið víðari var, um landsstýrismaðurin bjóðaði einkarættin út í fríari kapping.

Táverandi landsstýrismaður segði, at nú skuldi tunnilin gerast av tí almenna, so tá fall heimildin eftir øllum at døma burtur. Altso misti landsstýrismaðurin loyvið til at gera avtalu við eitt privat felag.

Hartil stendur púra greitt í viðmerkingunum til lógina, at talan ikki var um eina ”standandi heimild”, sum kundi brúkast fleiri ár seinni, um so var, at landsstýrismaðurin brádliga skuldi funnið uppá at vilja brúka hana.

Nú eru vit komin hartil, at ein roynd verður gjørd at fáa eina nýggja heimild, og tá renna vit okkum í ein annan løgfrøðisligan trupulleika. Nú eru vit komin hartil, at landsstýrið vil hava eitt lógaruppskot samtykt, sum Copenhagen Infrastructure Partners eftir øllum at døma í minsta lagi partvís hava skrivað útfrá júst sáttmálanum, sum heimild neyvan er til at skriva undir.

Tað vil siga, at mann ætlar nú at gera eina lóg, sum skal vera karmur fyri sáttmálanum, so lógin heldur seg til tað, sum longu stendur í sáttmálanum – og tað, sigur sjálvt aðalstjórin í Innlendismálaráðnum, er ein øvugtur máti at gera tingini uppá.

Fyri at siga tað bart út, so svarar tað til at byrja at byggja eina rætt, aftaná mann hevur verið eftir seyðinum í haganum.

Tá havi eg ikki eingong nevnt, at landsstýrismaðurin í fleiri førum hevur afturhildið upplýsingar fyri løgtingunum, sum sjálvandi hava havt týdning fyri viðgerðina av hesum málinum. Tað er so mikið ólógligt, at tað í grovasta føri kann hava fongsulsrevsing við sær.

Og so hava vit eisini milliónina, sum landsstýrismaðurin hevur lovað CIP, sjálvt um ongin avtala verður. Tað kann nevniliga sera væl hugsast, at tað heldur ikki er heimild til hesa milliónina, hóast løgmaður roynir at finna uppá eina í fíggjarlógini fyri í ár. Heimildin, sum løgmaður sipar til, snýr seg um at fyrireika eina útbjóðing og ikki um at rinda einum íløgufelag pengar fyri at hava tosað við landstýrismannin í Innlendismálum.

Hetta eru ting, sum hava nakað uppá seg. Hetta er ikki spurningar um vinstru/høgru ella samband/loysing. Hetta eru spurningar um rætt og skeivt í einum modernaðum demokratiskum samfelag.

Men tá politikararnir so verða spurdir um nógv av hesum viðurskiftum, so siga teir seg ikki hava skil fyri løgfrøði. Allarhelst lúgva teir ikki, og sjálvandi er tað rímiligt, at vanlig tingfólk ikki hava so øgiliga gott skil fyri løgfrøði. Men tað er altso nokk so óheppið, um landsstýrismaðurin í lógarmálum og løgmaður – sum sambært lóg hevur til uppgávu at syrgja fyri, at hinir landsstýrismenninir bera seg lógliga at – ikki fáa løgfrøðingarnar í ráðunum at fortelja sær, hvat er lógligt og hvat ikki verður góðtikið í okkara rættarsamfelag.

Tað verður sagt, at eitt samfelag nemmast kann dømast eftir, um fólk vilja inn í tað ella út úr tí, og gevast Føroyar at vera eitt rættarsamfelag, so er ikki neyðugt at hava lisið løgfrøði ella nakra aðra frøði fyri at skilja, at tað telur skeiva vegin. Og hetta síðsta tori eg at siga við fullari vissu.

Takk fyri.

Smávegis tillagað røða frá mótmælistiltaki í Keypmannahavn 31. august 2013.

Eirikur í Jákupsstovu