Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Rættleiðingar og viðmerkingar til Leiklistafylkingina 2020

2020-10-07 13:23

Teir 22 limirnir í Leiklistafylkingini 2020 sendu í gjár út tíðindaskriv um viðurskifti, tey eru ónøgd við, Leiklistaráðnum og Tjóðpallinum viðvíkjandi.

Tað er virðismikið fyri fólkaræðið, at kjak er um, hvussu lógir verða fyrisitnar, og hvussu peningur verður nýttur. Tað er ikki minni virðismikið fyri mentanarøkið, leiklistaøkið og Tjóðpall Føroya, at opið orðaskifti er. Men orðaskiftið má byggja á rættar upplýsingar; tí hesar rættleiðingar og viðmerkingar til Leiklistafylkingina 2020:

Leiklistaráðið tulkar ikki lógina
Lat tað verða sligið fast, at Leiklistaráðið tulkar ikki lógina um Tjóðpallin. Uttanríkis- og mentamálaráðið (fyrr Mentamálaráðið) hevur, sum evsti fyrisitingarligi myndugleiki á mentanarøkinum, málsførleikan (kompetansuna) at gera endaliga av, hvussu lóggávan um í hesum føri Tjóðpall Føroya verður tulkað. Leiklistaráðið virkar eftir lógini.

Í 2015 varð spurningurin reistur, hvørt tað bar til at seta sama stjóra í tíðaravmarkað starv fleiri enn tvær ferðir, og greiða niðurstøða Mentamálaráðsins var, at lógin ikki setir nakrar avmarkingar fyri hesum. Leiklistaráðið hevur ikki gjørt sína egnu tulking, men hevur arbeitt sambært tulking Mentamálaráðsins. Sama boðskap hevur Leiklistafylkingin 2020 fingið skrivliga beinleiðis frá UMMR 24. apríl í ár.

Øll hesi fimm árini hevur ongin sett fram ynski um at broyta lógina um Tjóðpall Føroya, sum annars helst hevði borið væl til at gjørt.

Stjórastarvið fevnir um fleiri førleikar
Sum Leiklistaráðið áður hevur greitt Leiklistafylkingini 2020 frá, so er stjórastarvið sambært §§ 6,7 og 8 í lógini ikki einans listafakligt: Stjórin hevur eisini ábyrgdina fyri, at virksemið verður rikið sambært galdandi fyrisitingarreglum, og stjórin hevur ábyrgdina av tí starvsfólkaleiðsluliga og tí fíggjarliga, umframt at stjórin hevur listaligu ábyrgdina og er evsti myndugleiki í spurningum um leikskrá.

Og sum Leiklistaráðið eisini áður hevur greitt Leiklistafylkingini 2020 frá, so metti Leiklistaráðið um umsøkjararnar við at leggja dent á førleikar viðvíkjandi øllum hesum økjum, og úrslitið var, at sitandi stjórin stóð seg best millum umsøkjararnar.

Undrunarvert er, at Leiklistafylkingin 2020 finst at, at Leiklistaráðið hevur gjørt samanberingar millum umsøkjararnar. Í øllum starvssetanartilgongdum er neyðugt at meta um, í hvussu stóran mun umsøkjararnir lúka krøvini, sum lóggávan og starvslýsingin seta – annars ber ikki til at kanna eftir, um alt er farið rætt fram, um onkur av umsøkjarunum til dømis ikki er nøgdur við setanartilgongdina.

Leiklistaráðið bjóðaði til samstarv um menning
Leiklistaráðið valdi í sambandi við setanina fyrr í ár at boða frá ætlanum, sum Leiklistaráðið vildi fremja saman við stjóranum og í samstarvi við leiklistaliga umhvørvið, harundir serliga Leikarafelag Føroya, ið sum yrkisfelag hevur fleiri av somu áhugamálum, sum Leiklistaráðið og stjórin, at fáa betri umstøður á Tjóðpallinum. Eisini viðvíkjandi listaligu menningini og starvsligu umstøðunum annars.

Tað átti annars at verið góð tíðindi fyri øll á leiklistaøkinum, at Leiklistaráðið og stjórin hava ætlanir um at menna skipaða samskiftið við leiklistaøkið, harundir um at menna listaliga arbeiðið og visjónina, heldur enn at stjórin ger hetta sjálv. Ikki tí at stjóranum tørvar nakra stuðulshjálp, men tí at við góðum vilja ber altíð til at fremja fleiri ábøtur á trivna og menning og gera størri og meira spennandi nýskapanir, tá lyft verður í felag.

Hetta er eisini ein neyðug leið at ganga, so at øll tey mongu leiklistafólkini, sum vegna trongu játtanarligu umstøðurnar hjá Tjóðpalli Føroya bert eru í stutttíðarstarvi í sambandi við ítøkiliga leikverkætlan, fáa betri umstøður.

Hetta snýr seg m.a. um at styrkja tilknýtið millum Tjóðpallin og yrkisleiklistina sum heild, hetta snýr seg um at geva og fáa ávirkan á listaligu leiðina yvirskipað og leikverkini ítøkiliga – hetta snýr sum at menna føroyska yrkisleiklist.

Men Leikarafelagið var trekt at fáa til fundar um hetta samstarv, helst tí at Leiklistafylkingin 2020 trýsti nevndina í Leikarafelagnum til viks.

Leiklistaráðið situr tíðaravmarkað
Tað er eisini beinleiðis skeivt, tá Leiklistafylkingin 2020 sigur somu fólk ganga aftur í Leiklistaráðnum síðani tað varð sett á stovn. Lógin setir (mótsett tí, sum er ásett um stjóran) greitt mark fyri, at:

“Ráðslimur kann í mesta lagi sita í nevndini í tvey fylgjandi ráðsskeið í senn.”

Hetta er eisini margháttlig útsøgn, tá havt verður í huga, at minst fýra – og harvið altíð meirilutin av ráðslimunum – sambært lógini eru sett eftir tilmæli frá ávikavist Leikarafelagum, LISA, MÁF og starvsfólkunum á Tjóðpallinum – tað vil siga úr menta- og listaumhvørvinum sjálvum.

Veruleikin er ein fortreyt, til hann verður broyttur
Veruleikin kann viðhvørt vera øðrvísi enn ein kundi ynskt sær hann, men hann er sum hann er – hann er ein fortreyt. Vit, sum eru so heppin, at vit liva í einum fólkaræði, hava kortini tann framíhjárætt, at vit í stóran mun kunnu broyta fortreytirnar vit liva og virka undir. Hetta er ikki minst galdandi fyri mentanarøkið: Vit kunnu broyta fortreytirnar við at virka fyri at broyta hugburð, lógir, kunngerðir, játtanir og so framvegis.

Lógin um Tjóðpall Føroya er hóast alt “bara” seytjan ára gomul, men menningin á leiklistaøkinum í Føroyum hesi árini hevur verið so stór, at tað helst hevði verið gott at endurskoða lógina.

Men sum vit hoyrdu dømi um í einum morgunlestri nú í vikuni, ræður um at kortið er rætt, um ein skal koma hagar, ein ætlar sær. So tann sum ætlar sær at broyta formligu viðurskiftini viðvíkjandi Tjóðpallinum, fær neyvan í longdini nakað gott burturúr øðrum enn at byrja við at fyrihalda seg til veruleikan, rætt sum hann er.

Fráfarna Leiklistráðið hin 07.10.2020

Birna Heinesen, fyri Listasamband Føroya, LISA
Turpin N. Djurhuus, fyri Leikarafelag Føroya
Noomi Reinert, fyri Meginfelag Áhugaleikara Føroya, MÁF
Jóan Petur Hentze, fyri Tórshavnar kommunu
Fríða Midjord, fyri Tjóðpall Føroya, starvsfólkaumboð
Oddfríður Marner Rasmussen, fyri UMMR
Ingibjørg Berg, fyri UMMR