Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Rættleiðing: Ikki í tænastu hjá Eik

Farna vikuskifti hevði Sosialurin enn eina ógvusliga forsíðusøgu um KvF. Á forsíðuni borðreiddi Barbara Holm, blaðstjóri, við eini serstakliga grovari ákæru ímóti mær: “Johnny gjørdi tænastur fyri Eik”. Trupulleikin er bert, at hetta er ósatt. Eg havi ikki gjørt tænastur fyri Eik.

Yvirskriftin er tí villeiðandi og ikki í samsvar við innihaldið. Inni í blaðnum framgongur, at yvirskriftin á forsíðuni stavar frá eini meining í eini klagu, men forsíðan vísir ikki á heimildina, og er tað í andsøgn við leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Eisini er tað í andsøgn við leiðreglurnar, at ein viðmerking verður borðin fram sum staðfest fakta.

Yvirfyri kringvarpsstýrinum havi eg við eini frágreiðing afturvíst ákæruni í umrøddu klagu. Stýrið hevur tikið frágreiðingina til eftirtektar og avgreitt klaguna mótvegis journalistunum. Mentamálaráðið hevur avvíst klaguna vísandi til leiðslurætt stýrisins. Hetta veit Sosialurin fullvæl av, tá tey allíkavæl velja at skriva forsíðuyvirskriftina, sum kann vera skaðandi fyri meg persónliga og fyri stovnin.

Nú øll kiosk vitjandi farna vikuskifti fingu eina skeiva sannføring um mín persón frá Sosialinum, vil eg heita á Barbaru Holm, blaðstjóra, um eisini at koma við eini rættleiðing á sama stað. Tí eg hvørki havi verið ella eri í tænastu hjá Eik. Tað kann ljóða háfloygt, men sum kringvarpsstjóri eri eg í fólksins tænastu.

Johnny í Grótinum,
kringvarpsstjóri