Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Rætting til Landsstýrisútnevndir milliardingar

2015-02-04 01:56

Tykist løgið, at fiskivinnuroyndir við dorg verða gjørdar til einkis í sendingini.

Eftir at makrelkvota varð tilluta línuflotanum í 2012, sóu vit stórar møguleikar í hesum. Vit gjørdu íløgu í útgerð til at royndarfiska við dorg. Vit brúktu tíð og orku fyri at vinna okkum yrkisligar royndir innan hetta fiskarí.

Tað tykist løgið, at KVF í sendingini "Landsstýrisútnevndir milliardingar" kemur til ta staðfesting, at línuflotin ikki hevði - ella hevur - møguleikar at fiska makrel.

Í sendingini staðfestir verturin at "Línuskip fiska eftir havbotninum, meðan makrelur heldur til upp í sjónum, tað ber tí ikki til at fiska makrel við línu." Við hesi staðfestin verður lagt upp til, at fiskimálaráðið hevði í hyggju, at línuskipini skuldu selja kvoturnar. - Hetta er faktuelt skeivt.

Víðari í sendingini staðfestir annar vertur, at línuskipini fiska ikki makrel og tað hava tey ongantíð gjørt. Hann staðfestir víðari at "Fiskimálaráðharrin visti væl, tá hann gav línuflotanum makrelkvotur, at hetta fór at verða ein handilsvøra, ið skipini fóru at selja víðari við vinningi - altso óbeinleiðis studningur," leggur verturin afturat.

Uppaftur staðfestir verturin, at hann hevur tosað við formaðurin í Felagnum Línuskip, har formaðurin viðgongur erliga, at allur línuflotin er farin ígjøgnum hesa karuselluna.

Eg vil staðiliga avvísa, at øll línuskip hava verið partur av hesi avtalu. Vit á M/S Ågot søktu um loyvi at fiska makrel, við eittans endamáli, at fiska hesa kvotu sjálvir.

21.02.12 sendu vit umsókn til fiskimálaráðið.

"Sp/f Ågot vil vegna M/S Ågot KG 244 søkja um loyvi at dyrgja eftir makreli á opnum havi."

Fiskivinnuroyndir

Vit gjørdu íløgu í útgerð, og vit brúktu tíð og orku til hesa roynd. - Um fíggjarliga orkan loyvdi tí, so er eingin ivi um, at okkara royndir at fiska makrel við dorg eisini høvdu givið fíggjarligt úrslit. Tað letur seg gera hjá línuflotanum at fiska makrel! Okkara royndir vóru avmarkaðar og ikki optimalar. Makrelurin var spjaddur í tíðarskeiðinum, ið vit gjørdu royndir, og tískil var trupult at finna makrelin, tá skipið ikki er útgjørt við tólum at leita við.

Eg kundi hugsað mær, at tað var upp á sítt pláss, at KVF rættar hetta mistak, har línuflotin verður lýstur sum óskikkaður til makrelfiskiskap. Hetta skaðar okkara framtíðarmøguleikar til makreltilfeingið.

Sí leinkju til sjónband umborð á Ågot, har vit gjørdu royndir norðanfyri Føroyar.

https://www.youtube.com/watch?v=U_BmzqfHhuo&feature=youtu.be

Eyðstein Poulsen

M/S Ågot