Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Rættindini hjá teimum eldru viga tyngst

2013-08-28 21:53

Nú tað stundar til at nýggja kunngerðin um røktarheim og eldrasambýli verður sett í gildi, hava Kommunusamskipan Føroya givið ilt av sær og mótmælt ætlanini.

Lat meg sláa tað fast beinanvegin. Kunngerðin verður ikki tikin aftur.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum er tað mín ábyrgd at tryggja eina so góða og samskipaða tænastu til okkara eldru borgarar sum til ber. Tí vigar atliti til borgaran og rættartrygdina tyngri, enn atliti til lokalpolitisk seráhugamál.

Kommunur og sjálvsognarstovnar skulu hava í huga, at eldrarøktin er landsuppgáva burturav, og at tað á hvørjum ári vera játtaðar góðar 337 mió. kr. til eldrarøktina. Tað er sostatt landsmyndugleikin, sum rindar stórt sæð allan raksturin á teimum eldrasambýlum og røktarheimum, sum kommunur og sjálvsognarstovnar, eisini við góðum fíggjarligum stuðli frá landinum, hava latið bygt.

Sum støðan hevur verið, hevur landið tó langt frá havt fullan ræðisrætt á, hvussu tænastan á hesum heimum verður skipað. Harvið hevur landið heldur ikki kunnað tryggjað eitt javnt tænastustøði kring landið, m.a. hvat viðvíkur atgongd til búpláss á eldraøkinum.

Hetta er ein trupulleiki, sum kunngerðin bøtur um. Frameftir verður tað í størri mun tørvur borgarans, sum verður avgerandi fyri upptøkuna.

Kommunurnar eiga stórt rós uppiborið fyri ta framtakssemi, tær hava víst í samband við útbyggingar innan eldrarøktina. Tí er tað sjálvsagt, at borgarar í teimum kommunum, sum hava tikið stór lán í samband við hesar útbyggingar, hava framíhjárætt til búplássini.

Hetta tryggjar kunngerðin púra greitt. Tað er sostatt ikki rætt, sum ført hevur verið fram í miðlunum, at landið við nýggju kunngerðini, fremur ognartøku av røktarheimunum. Langt burturfrá.

Somuleiðis er beinleiðis ásett í kunngerðini, at kommunur, sum varða av borgarum, sum flyta á røktarheim ella eldrasambýli í aðrari kommunu, skrivliga skulu vátta at gjalda eigarakommununi lutfalsligan part av útreiðslunum av húsinum. Sostatt verða kommunurnar undir øllum umstøðum hildnar skaðaleysar.

Tí havi eg torført við at skilja framferðarháttin hjá kommununum.

Ógreiðu myndugleikaviðurskiftini, sum alt ov leingi hava eyðkent eldrarøktina, hava havt ávirkan á tænastuna á økinum. Hetta hava kommunur og kommunufeløg eisini fleiri ferðir víst á.

Nýggja kunngerðin skal síggjast sum ein liður í eini tilgongd, har endamálið er at skipa eldrarøktina betri, okkara eldru borgarum at frama. Somuleiðis er kunngerðin ein liður í tilgongdini at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita undir meiri skipaðum viðurskiftum, eftirsum hetta er ein roynd at skapa meiri einsháttaði viðurskifti á eldrasambýlum og røktarheimum, bæði í mun til upptøku og í mun til gjald.

Tá eldrarøktin verður løgd til tær 30 kommunurna at umsita, er neyðugt so ella so at skipa eldrarøktina í kommunal samstørv. Nýggja kunngerðin er eitt høvið hjá kommununum at vísa í verki, at tær megna at skipa eitt samstarv á eldraøkinum, áðrenn tað verður lagt til kommunurnar.

Ynskja kommunurnar at skipa upptøkuviðurskiftini á annan hátt, fáa tær høvi til tess, tá tær yvirtaka ábyrgdina av økinum. Men so leingi eldrarøktin liggur undir landspolitiskum myndugleika, er tað eg sum landsstýriskvinna sum varði av økinum og tað er mín greiða sannføring, at nýggja kunngerðin um røktarheim og eldrasambýli, tryggjar okkara eldru borgarum eina betri skipan enn í dag.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum