Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Rættarskipanin, alment innlit og Christian Andreasen

2020-02-18 20:09

Christian Andreasen er óførur, tí hann kann vera so nógv ting í senn. Flestu okkara stríðast eitt sindur við bara at vera eitt nøkulunda fungerandi individ. Orðið individ kemur úr latíni og merkir bókstaviliga ”ódeililig/ur”. Kanska er tað tí, vit kalla tey við spaltaðari psyku ”ør ella svøk”, tí tey altso eru tvínaði. Men Christian Andreasen er hvørki ørur ella svakur. Tvørtur ímóti er hann ein kapacitetur av guðs náði. Og eitt sindur sum Guð er hann eisini. Allastaðni og í øllum.


Hann er fólkavaldur løgtingsmaður, men eisini sakførari fyri í minsta lagi tvær av størstu fyritøkum landsins.
Hann koyrir sak fyri ta einu ímóti júst landinum. Men tað er einki problem, sigur hann.

Harafturat sær hann slettis ikki tørvin á, at flokkar og valevni upplýsa, um nakar stuðlar teimum fíggjarliga. Ein dagin er orsøkin, at eingin stuðlar. Hin dagin, at so høvdu stuðlarnir ongantíð stuðlað aftur.

Tað er annars harmiligt fyri tey plakatáhugaðu í Føroyum, sum gjarna vilja vita, hvar mann fær so stórar og flottar plakatur sum tær hjá Christiani. Og so sjálvandi eisini fyri tey, sum vilja vita, hjá hvørjum man kann keypa sær vald.

Í fleiri førum hevur Christian Andreasen eisini roynt at fingið KVF at gera, sum hann vil. Einaferð vendi hann sær beinleiðis sum FSF-stjóri til KVF fyri at tryggja sær, at tey einans snakkaðu pent um landsliðið.

Og so hevur hann fleiri ferðir lagt eftir navngivnum journalisti og KVF sum heild, tí hann hevur eitt magafornemmilsi av, at tey føra tjóðveldispolitikk. Uttan, sjálvandi, at vísa á júst hvussu tey gera tað.

Hugburðurin er líka greiður, sum hann er einfaldur: Eingin skal vita, hvat eg geri. Men eg vil bestemma, hvat hini gera.

Annars hoyrist, at hann tekur undir við pressufrælsi, tá hann svevur. Og at størstu marrur hansara vanliga snúgva seg um ærumeiðing.

Nevndi eg forrestin, at hann eisini er formaður í rættarnevndini? Helst er hann tað, tí hann er sakførari og átti at vitað um týdningin á rættarskipan, opinleika og fríari pressu, fyri at eitt land ikki skal tærast av paranoia og illgitingum.

Men maðurin er, í hvussu er, ein kapacitetur. Allastaðni og í øllum. Í tí opna, í tí dulda. Og í teimum viðurskiftum, sum hann og Fólkaflokkurin ikki vilja, at føroyski veljarin skal hava innlit í.


Jóan Pauli Dahl Jakobsen