Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ræstkjøtborgari

2018-12-19 13:21

ÁRSINS ORÐ: RÆSTKJØTABURGARI

EINKI A MITT Í ORÐINUM: ”kjøta” er hvørsfall fleirtal. Kjøt er eintalsorð. Tað ber ikki til at siga ”fleiri kjøt” ella ”kjøtini tey”. Hvørsfall eintal er ”kjøts”. Í samansettum orði er ikki neyðugt at brúka essið, so har siga /skriva vit bert ”kjøt”, sum vit gera í t.d. ”kjøtbiti, kjøtbein, kjøtásur”.

RÆSTKJØT(S)VEITSLA, RÆSTKJØTBURGARI (lættari at siga, vit spara ein bókstav.)

HAMBORG (Hamburg á týskum): Upprunin til orðið ”borgari” ella ”burgari” man vera Hamborg (Hamburg) í Týsklandi. Hann smakkar annars rættiliga væl.

MÁLRÁÐIÐ: Áhugavert, at limur í Málráðnum velur eitt orð við skeivari bending sum ársins orð! Kanska er endamálið at fáa okkum at hugsa um / tosa um / brúka rættar bendingar.

KRÚNPRINSVITJAN: Ein prinsur (eintal), ikki ”krúnprinsavitjan”!

MIÐFLOKSFÓLK: Ein flokkur (í Føroyum), ikki ”Miðflokkafólk”!

EB/STREYM(S)-SPÆLARI: Ein Streymur (ikki ”Streyma”)!

MÍTT TÍGGJUÁRAORÐ:

STADIGVEKK

STADIGVEKK: Hatta er mítt uppskot til eitt tíggjuáraorð. Hatta hoyrist dagliga í úrvørpum, sjónvarpi, á løgtingi (eg veit ikki, hvussu ofta, eg havi hoyrt tað í Tingvarpinum seinastu dagarnar) og millum øll fólk, háútbúgvin og lágútbúgvin.

Burtur við hasum danska (ikki enska) orðinum! Sigið ”FRAMVEGIS, ENN, VIÐ SAMA LAG”!

E.S.: JÓLA-/NÝGGJÁRSORÐ: Bikarljós (fyrfadslys), somuleiðis (i lige måde), rísgreytur (ikki rísingreytur), mandlurís (risalamande), hugnaligt (húggeligt), kyndil (fakkel).

Gleðilig jól og gott nýggjár!

Við málrøktarkvøðu
Eyðun á Borg (Burg?)