Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Radari á Sornfelli er OKKARA avgerð

2021-02-12 13:32

Tað kennist snøgt sagt surrealistiskt, at Fólkatingið, sum danir hava valt, situr og tekur avgerðir um hernaðarradara fyri fleiri hundrað milliónir, at seta upp Í FØROYUM. Fult og heilt uttanum Løgtingið. At fólkavalda parlamentið í Føroyum má bíða eftir tíðindafundum hjá donskum ministara og tíðindum á donskum miðlum - um hernaðarútbyggingar í okkara landi.

Eitt "Trygdarráð", er stovnað, har løgmaður hevur sett seg sjálvan og tveir av sínum landsstýrismonnum. Øll onnur verða hildin uttanfyri, og Uttanlandsnevndin má sjálv kalla landsstýrismannin inn – tí eisini hon má frætta tíðindini gjøgnum donsku miðlarnar.

Løgtingið er púrasta hildið uttanfyri, ímeðan hesi landsins leiðarar hava smílst, nikkað og prátað við danska verjumálaráðharran. Og samráðingar annars eru gingnar fyri seg millum allar flokkar í danska parlamentinum. Hvat er hetta fyri nakað?

Kunnu slíkar óvanliga prinsipiellar og stórar avgerðir takast heilt uttanum fólkaræðisligu mannagongdirnar, sum eiga at verða sjálvsagdar her? Ber til at seta føroyingar so fullkomiliga til viks, og taka slíka avgerð í Fólkatinginum? Og tá kanska við vælsignilsi frá sjálvum Føroya løgmanni. Ið sambært donsku hernaðarráðsfrúnni hevur givið teimum jalig signalir (husk dog at sige, at færinger selv skal være med til at beslutte dette).

Møguliga hugsa danir, at við teirri stjórnini, sum nú situr í Tinganesi, sleppa tey at gera hvat sum helst, og tí er eingin orsøk at bíða, hvørki við samráðingum ella tíðindafundum, fyri ikki at tala um samráðingar við føroyingar - tí landsstýrið er jú hin bera vælvild. Og um sjálvur løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum skúgva Løgtingið til viks, ja, so er tað teirra søk, ikki trupulleikin hjá donsku hernaðarráðsfrúnni, ið, sum hon sigur, jú hevur samskift við sín “pendant” í Føroyum.

Hví loyva løgmaður og landsstýrið hesum? Og hví roynir uttanríkisráðharrin at bagatellisera tað at Danmark og NATO vilja seta upp ein radara, uttan at vit hava verið við til at taka avgerðina? Hvørjar kunnu avleiðingarnar fyri okkum vera? Hví fáa vit so líti at vita?

Hetta er ikki ein spurningur um, hvørt vit vilja hoyra til vesturlendsku verjusamgonguna, sum løgmaður roynir at verja seg við. Heldur hann veruliga, at hernaðarútbyggingar í øðrum vesturlondum ganga fyri seg, heilt uttanum viljan hjá fólkavaldu lóggávutingini í verjusamgongunum? Og heilt uttan at hesi lond eru við til at taka avgerðirnar, bygdar á neyðugt innlit og vitan?

Vóni, at føroyingar allir vísa, at hetta snøgt sagt ikki ber til. Vit MUGU sjálvi vera við til at taka slíkar avgerðir. Og vit MUGU hava neyðugu vitanina, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Her EIGA vit øll at STANDA SAMAN um krevja, uttan mun til politiskan lit.

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna