Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Príspolitikkurin er kyniskt forrætning mótvegis sjúklingum og avvarðandi

2015-01-20 13:11

Mín søga: Fór á Ríkissjúkrahúsð til hjartakanningar 12. Januar í ár. Í vegleiðingini frá LS stendur, at eg ikki havi rætt til fylgjara. Fínasta slag, haldi eg, tí er tað ikki neyðugt við fylgara so er tað møguliga rætt av LS at stramma upp um at landið betalir fyri óneyðugt ferða og uppihalds gjald. 

Men so lesi eg víðari at: eftir kanningina/skurin má eg ikki belasta armin meir enn 2 kg teir næstu dagarnir.

Ups, ikki nemt hjá mær tá at ferðast við kufferti og teldutasku sum handbagagu, so vit gera av at konan skal við, og eg ringi til Uttanlandstænastuna hjá LS og biðið um prís at fáa konuna við sum fylgara.

Fyrst helt eg tað vera løgi at man ikki fekk fylgara við tá man ómøguligt má lyfta meir enn 2 kg dagar eftir kanningina, men nú loypur ketan heilt av tá umboðið hjá Atlantic, sum umboðar LS, svarar mær at “eg kann fáa ein ferðaseðil fyri 2.500 kr, og so gjalda eyka um heimferðin skal broytast, ella eg kann keypa ferðaseðil fyri góðar 700 kr meir so er onki eykagjald fyri broyting” 

"Jamen” svari eg: “sambart tíðindaskrivi frá Atlantic so er frá nyggjárinum gjald fyri broytan fara niður 200 kr.” 

“Jú”svarar dáman frá LS, “hettar er eisini eitt tilboð eg gevi tær".

Heilt erligt, eg haldi hattar er ein roynd at snýta pengar frá fólki, tí eg kann broyta heimferðina knappar fýra ferðir áðrenn eg komi upp til prísin hon bjóðar mær fyri ókeypis broytingar.

Tað fúlasta kemur her: Eftir at kanningarnar gingu avbera væl og eg var klárur at fara heimaftur 2 dagar áðrenn væntað, ringi eg og biði um at broyta heimferð 2 dagar fram (høvðusorsøkin at vit framskunda er, at Hotell Tórshavn er yvirfylt). Jú, eg kann broyta heimferðina við at gjalda 3.600 kr var svarið eg fekk frá LS/Atlantic, tí at nú mátti eg uppgradera mín ferðaseðil. 

“NEI TAKK” var mítt svar. Við ferðaseðlið og kost og logi á HT havði eg goldið knappar 6.000 kr fyri at hava fylgara við og tað var nokk.

Starvsfólkini á HT rætta so hettar og siga, at tey gjalda helvtina av teim 3.600 krónunum, also var okkara partur 1800 kr, og eg sigi framvegis at 6.000 kr fyri fylgara er nokk, vilja tey hava meg út av HT áðrenn tíð so mugu tey gjalda sjálvi. 

Tey ringja so til LS/Atlantic og siga, at nú er tað 1.700 kr í okkara part. Eg geri meg tvøran og sigi framvegis, at eg havi goldið nokk, eg betali ikki meir. Starvsfólkið á HT svarar aftur: "Jamen Anskar, tú ert útskrivaður av hospitalinum og her er fult so tú ert óynsktur her". 

Eg svari “fínasta slag, men skal eg 2 dagar áðrenn tíð út herfrá, so skulu tit gjalda kosnaðin av tí, eg havi

goldið nokk” og so fór eg uppá kamarið.

20 minuttir seinni so ringir starvsfólkið á HT upp á kamarið til mín og sigur, at hon nú hevur fingið meirkosnaðin hjá mær niður á 700 kr og spyr hvat eg sigði nú? “Jú", sigi eg "eg taki av og taki fyrsta flúgvaran heim frá hesum sera óblíða hotelli".

So nú siti eg her heima hjá mær sjálvum og hugsið um øll hini ræðuliga nógvu, sum um árini kanska koma soleiðis fyri og eru sjúk og veik og ikki hava styrki at muta ímóti og gjalda, sjálvt um tey kanska ikki hava ráð til tað.

Eg var treiskur nokk og fekk mín prís frá 3.600 kr niður 700 kr, og tað er bestemt ikki í lagi at slíkt kann lata seg gera. Landið sum betalir 3. hvørt setur hjá Atlantic hevur uttan iva fingið góðar avtalur um prísir, so eg siti eftir við smakkinum av, at tað er Landssjúkrahúsið saman við fólkinum frá Atlantic sum dríva eina kalda kýniska forrætning við sjúklingum sum noyðast til DK har sjúklingurin sjálvur má gjalda fylgaran.

Omaná alt hettar við uppgradering til okursprís tí bert tær dýru vóru eftir, so hendi tað í vikuni, at ódnaveður bleiv, og flúgvarin slapp ikki úr Føroyum. Morgunum eftir kom so flúgvarin og ferðafólki frá hóskvøldinum blivu so løgd saman við ferðafólkunum til planaða fríggjamorgun-flúgvingina, og framvegis vóru 18 tóm setur í flúgvarinum sum vit komu heim við. Ein vemmiligur smakkur í munninum at svølgja slíka viðferð.

Eitt annað er tað, fyri 600 kr/samdøgrið fyri eyka uppreiðing á einmannskamari, við mati, uttan iva er hægsti prísur í heiminum.

Kannaði prísirnar á 3 stjørna hotellum, fyri somu dagar á Vesterbrogade í KBH, og vóru prísirnir fyri dupult kamar við morgunmati frá 600 kr og niður eftir. Hotellini á Vesterbro dríva forrættning, tað burdi Hotell Tórshavn ikki gjørt.

Anskar Hansen