Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Prest/gudfrøðing millum lesandi og næmingar?

2015-03-30 17:06

Fólkakirkjan er týðandi partur av føroyska samfelagnum. Í 1990 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt bispadømi, og bispurin ovasti myndugleiki kirkjunnar. Ólavsøkudag 2007 varð Fólkakirkjan yvirtikin, og síðani eru nógvir ymiskir spurningar viðgjørdir, nógv arbeiði gjørt, og sumt lutvíst avgreitt í arbeiðinum at menna kirkjuna á føroyskum grundarlagi.

Fólkakirkjur hava onnur prestastørv enn tey, sum eru knýtt at prestagjaldi so sum fongsulsprest, sjómansprest, ungdómsprest v.m. Hesi størv eru grundað á ein tørv fyri serligan bólk, og har tørvurin er uttan fyri vanliga siðbundna arbeiðið við kirkjurnar í einum prestagjaldi. Kirkjur aðrastaðni hava ofta universitetsprestar ella teologar, sum eru starvssettir sum sálarhirðar og til at røkja ymiskar presta-/pastoruppgávur millum ung og vaksin innan útbúgvingarøkið.

Sum heild verður viðurkent millum tey, sum arbeiða við menniskjum, at neyðugt er at fevna um tað heila menniskjað –likam sál og anda – eisini í sokallaðum “Student Wellbeeing Services”. Sí t.d. á Københavns Universitet. http://studenterpraesterne.ku.dk/.

Tí kemur tíðum spurningurin upp, um Føroyar hevur universitetsprest ella skal hava eina líknandi skipan við gudfrøðingi, hvørs arbeiðsuppgáva fyrst og fremst er at tæna ímillum næmingar og lesandi – t.e. á einum øki í føroyska samfelagnum, har flestøll ung og mong vaksin hava sítt dagliga strev, í skúlum, miðnámsskúlum og á hægri læristovnum.

Kanning millum ung í 9.flokki í Føroyum herfyri vísir greitt, at lívsins stóru spurningar og trupulleikar fylla nógv millum hesi. Kanning á Studentaskúlanum í Hoydølum í 2014 bendi eisini á ein ávísan tørv á at bjóða ymiskar tænastur til hendan sera breiða hóp av ungdómi, sum fer undir okkurt slag av útbúgving eftir fólkaskúlan.

So leingi eitt samfelag hevur eina almenna fólkakirkju, kann vera skilagott at spyrja, um tænastan er, har fólkið er. Hugsast kann, at eitt ávíst kanningar – og/ella fyrireikingararbeiði er gjørt hesum viðvíkjandi – antin hjá kirkjumyndugleikum ella í øðrum høpi. Og møguliga eru fleiri gagnligir hættir at hugsa, fyrireika og fíggja eina tílíka presta-/pastortænastu – og møguliga kunnu fleiri ábyrgdarar vera, bæði tvørsektorelt og tvørkirkjuligt?

Eg havi vegna Framsókn sett kirkjumálaráðharranum skrivligan fyrispurning um hetta mál. Lesa allan fyrispurningin her:

http://www.logting.fo/files/casewrittenquestion/498/075.14%20Spurningur%20til%20B.Kalsoe%20fra%20H.Jensen-prest%20til%20namingar%20og%20lesandi.pdf