Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Poul Michelsen tveitir Føroyar í føvningin á russarum

Føroyar eru ikki longur partur av vesturheiminum, sambært Poul Michelsen, ið man vera vandamesti landsstýrismaður, ið Føroya land hevur havt

Øll vita, at Poul Michelsen elskar at steina danskarar.

Hann er fornermaður við alt og øll. Hevur slitið alt samstarv við Uttanríkisráðið. Boykottar felagsfundir, ið Føroyar standa fyri. Hevur undirskrivað avtalu við onnur lond uttan heimild. Og so svertar hann uttanríkispolitisku heimildarlogina út, sum Løgtingið hevur samtykt við stórum meiriluta – hetta er lógin, sum hansara fyrrverandi floksformaður segði vera sítt lívsverk.

Hvat ger hann nú?

Nú er hann farin at steina allan vesturheimin, USA og Canada. Í grundini hevur hann meldað Føroyar og seg sjálvan út úr demokratiska vesturheiminum og tveitt seg í føvningin á russarum.

Og hvør hevur skyldina? Danskarar sjálvandi. Tí at teir í samhuga við bretar hava útvíst tveir russiskar diplomatar. Á sama hátt sum USA, Canada og eini 32 onnur lond gera.

Hetta kemst alt av, at russar, sum hava ábyrgdina av - og við sínum russiskt framleidda nervagassi Novichok, ið einans finst í Russlandi – tann 4. mars royndu at myrða fyrrverandi russiska njósnaran Sergei Skripal og dóttir hansara.

Spælir óvitandi

Landsstýrismaðurin í ”uttanríkismálum” spælir óvitandi. Hann vísir til Fámjinsskjalið og sigur, at Føroyar eru ikki kunnaðar um nakað og kenna einki til nakað sum helst.

Álvaratos. Hetta er tað mest ynkeliga og patetiska, nakar hevur hoyrt um.

Allir miðlar flóta yvir av hesum máli, og danski uttanríkisráðharrin hevur lagt alt fram um, hví tveir russiskir diplomatar verða útvístir.

Var landsstýrismaðurin ein veruligur landsstýrismaður, so hevði hann stillað seg undir liðina á bretum, sum Føroyar jú eisini ætla at gera avtalur ivið, nú Brexit er á skrá.

Men Poul veit jú einki, og hann ger heldur einki.

Í einari danskari grein kallar hann enntá drápsroyndina í Bretlandi og revsingina móti Russlandi ”Tvilvsom giftgassanktion mod Rusland”.

Við øðrum orðum heldur hann bretar fyri tað turra spott, og hann er fullkomiliga líkaglaður við morðroyndina í Salisbury.

NATO-aðalskrivarin hevur rætt

Sum fólkatingsmaður havi eg verið á fundi við NATO-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg. Eg spurdi hann, hvussu hann sá uppá handilssamstarvið millum Føroyar og Russland.

Svarið var skilagott.

NATO-aðalskrivarin segði, at so leingi verjan er sterkt og væl dubbað, er eingin vandi við, at Føroyar hava tætt handilssambond og fiskivinnusamstarv við eitt støðugt aggressivari Russland. Hinvegin: um verjan er veik, er vandi fyri, at handilssamband Føroya við Russland kann verða misbrúkt trygdarpolitiskt.

Hetta vísir, hvussu ómetaliga umráðandi tað er, at Føroyar eru í tí rætta altjóða selskapinum, og at vit t.d. standa saman við okkara samstarvsfeløgum í Europa og USA.

Hvat ger Poul?

Tað, sum Poul Michelsen ger, er at flyta Føroyar úr tí siviliseraða vesturheiminum og í føvningin á einum agressivum Russlandi, ið hevur stór áhugamál um okkara leiðir.

Minnist tú, hvussu hann bjóðaði Gazprom til Føroya at bora eftir olju? Og hvussu líkasælan við annekteringina av Krim, innrásina í Ukraina – og nú eisini morðroyndina í Salisbury –einki hevur at týða?

Tøgnin frá javnaðarløgmanni hoyrist langan veg.

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin