Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Potemkin

2019-08-23 11:49

Kelin og slotandi „hundaeygu“ stara dárandi og bønandi inn í bilstjórafjesini - sum aka mjúkliga framvið. Frá lyktapelum, hjals- og húsaveggjum og við rundkoyringar. Andlitini eru uppsjeinað við alskins putri – rukkur, pirrur, kambfjarðar og rakiskamfíl eru foykt burtur við mascaru – og blóðreyðar varrar og krunkasvartar eygnabrýr dansa og speglast á bonaðu akfarshjálmunum. Val er í hondum. Ein plakatskógur – størri enn nakrantíð - tók seg bráðliga upp kring landið alt, og er bara vaksin frameftir summarinum, alt síðani Lykkju-Lars boðaði frá vali í Danmørk einaferð tíðliga í summar – í mai mánaða. Boðskapur er ongin, tú hoyrir bert tóma bergmálið úr myndunum handan egin skallabein; - Vel meg! Vel meg! Vel meg!

Í ár eru tað 35 ár síðani eg varð uppstillaður á fyrsta sinni. Í Eysturoyar valdømi. Felagið og flokkurin, við góðari hjálp frá valevnum og stillarum, sjálvandi, royndu at fáa boðskapin út á størri og smærri politiskum fundum, har túsundir av veljarum í ítróttarhallum og dansistovum kundu fáa eina fatan av, hvat ið kandidatarnir ætlaðu við samfelagnum rúma tíð frameftir. Nakrar fáar smáar plakatir vórðu hongdar upp so hissini kvøldið fyri – ella annaðkvøldið fyri – løgtingsvalið. Megin í flokkunum var væl størri enn nú, og valevnini umboðaðu eina ideologiska stevnuskrá og valdømið, har tey vóru sett fram í alment ljós sum kandidatar. Fyri eina hugsjón og ikki fyri egið gagn.

Tíðin, talgildingin og eina valdømið fóru so smátt at súgva megina úr politisku flokkunum og individualistiska rákið tók yvir. Onkur hevur speirekandi sagt, at tað eru 33 flokkar á tingi. Vandin í øllum hesum kann vera, at politikkur fer at snúgva seg um alt annað enn politikk, um alt annað enn tað sum hetta alt átti at snúð seg um hjá umboðandi valdinum, at stjórna landinum til frama fyri fólkið ið her býr. Hugsjónirnar hvørva – tváðast burtur – og tá er tað at áhugamálini stíga inn á pallin. Tá er bara kampurin eftir um dagsins rov, allar framlítandi strategiir, ið kunnu stuðla undir samfelagið hjá okkara eftirkomarum, drukna í bardaganum, sum bara snýr seg um at nøra at sær sjálvum ella hjá áhugamálunum viðkomandi umboðar.

Myndirnar vaksa og boðskapurin fánar. Lungu jarðarinnar – Amazonas frumskógin - verður høgd niður - og plakatskógin í Føroyum ekspanderar við ferð. Umhvørvisdálking, sum ongin tekur á tungu.

Gitin er hann Grigorij Potjomkin, - um okkara leiðir róptur Potemkin. Snildur spunasmiður og valdsmaður á døgum hennara Katarinu hini Magnfullu. So nær valdinum var hann, at tey onkuntíð svóvu undir eini og somu rekkjuváð. Hann skipaði svartahavsflotan, legði Krim hálvoynna afturat Russlandi og bygdi býirnar Sevastopol og Odessa. Mest kendur er hann kortini fyri kulissurnar, sum settar vóru upp ymsar staðir í Russlandi, einaferð Katarina legði leiðina suður til Krim at vitja. Glitrandi tjøldini vóru ætlað at fjala ringa standin í bygdum og býum og onkustaðni sett upp fyri at geva politiska megindrátti landsins eina aðra og fagrari mynd av landinum og standinum enn henni, sum íbúgvarnir kendu á sínum kroppi.

At flyta fokus, - rópa vit manøvru av hesum slagnum í okkara tíð.

Meðan populisturin og hálvfascisturin Jair Messias Bolsonaro, forseti, høggur frumskógin í Brasilia niður, stinga viður og eggjandi glansmyndir seg upp á hvørjum geilarhorni í Føroyum. Í skógarleysa landinum hevur ein plakatskógur bráðliga syft seg úr svørðinum – ella rættari, er hann sleggjaður niður í svørðin.

Táið ongin boðskapur er, so kann endamálið og tráanin eftir at sleppa inn um tinggátt ikki vera annað enn at røkja egin áhugamál ella at umboða áhugamálini hjá onkrum øðrum - á parlamentarisku bráðpannuni. Áhugamálini eru mong og ógviliga ymisk. Materiel og immateriel. Onkur rennur ørindi fyri fakfeløgini – ella pampararnar, sum sita fyri teimum – politiska herrópið um at niðurlaða arbeiðsvikuna við fullari lønarkompensatión er eitt dømi um tað, ongin tosar um fíggjarligu avleiðingarnar, og man heldur seg hóma onkran, ið ætlar sær størri rásarúm í veiðimøguleikum og onkur annar er hálaður út av básinum fyri at verja áhugamálini hjá stórkapitalinum, helst tí at verandi leiðsla í flokkinum ikki hevur megnað nóg væl at advokera fyri teirra sak.

Hetta er ein skeiv gongd. Politikkur má fáast á ting aftur og ørindadreingirnir fyri diverse áhugamál mega rekast burtur hagani.

Kann ætla at veljarin hevur skilt, at ongin plakat verður at síggja av hesum valevninum í valstríðnum. Bæði fyri at skána tykkum og ikki minst meg sjálvan. Hetta valevnið umboðar ongi áhugamál onnur enn tey hjá fólkinum og fylgir stevnuskránni hjá Tjóðveldisflokkinum, soleiðis sum hon varð ritað í stein í 1948. Samsvarandi hesum fari eg teir næstu dagarnar at skriva nakrar politiskar epistlar, sum vera til skjals á heimasíðu Norðlýsisins.

Gott val.