Populistiska floytan og politiskt møsn!

2019-05-29 14:29

 Nei til flóttafólk í Føroyum, men hjálp á staðnum, sigur Fólkaflokkurin í eini roynd at birta undir eina ræðumynd av trupulleikanum við flóttafólki. Populistarnir kring Evropa hava gorrað og rópt um ræðuleikarnar, sum flóttafólk koma við, líka síðan tað streymaði inn í Evropa, orsakað av ófriðinum í Sýria og aðrastaðni í Miðeystri. Men tað er ikki sama myndin í dag. Tølini eru aftur á sama støði, sum áðrenn ófriðurin byrjaði.

Men hvat? Líka innihaldstómt og onkisigandi, sum Trump forseti gremur seg um flóttafólk úr Meksiko sum ein hóttan móti heimsins máttmiklastu tjóð, hevur Fólkaflokkurin funnið sær somu populistisku floytu fram at spæla.

Hjálp á staðnum og nærumhvørvinum

Ljóðar so einfalt og skilagott, men tað er harafturímóti bæði torskilt og skilaleyst at halda, at tað ber til at hjálpa fólki á staðnum og nærumhvørvinum, tá tey eru flýdd frá heimi sínum, orsakað av neyð og ófriði, fyri at finna friðskjól aðrastaðni. Púra mótsigandi! Skulu okur hjálpa flóttafólki á markinum við Grikkaland og Turkaland ella á onkrari strond við Miðjarðarhavið? Fleiri tjøld og meiri havragrýn og vatn til fyribilsleguna? Tað er staðið, og tað er teirra nærumhvørvi!

 

Á Fólkating við hesum?

Men, best av øllum og stutt og greitt: Spurningurin um føroyingar skulu taka ímóti flóttafólki liggur í løgtinginum - ikki á danatingi!

Hví í allari víðu verð skal Fólkaflokkurin føra valstríð soleiðis? Tað sigur okum nógv um neyð teirra at hava nakað at siga yvirhøvur. At fara at føra valstríð til Fólkating sum ein ja ella nei spurning um flóttafólk er sum at føra eitt valstríð til fólkating, um ein ja ella nei spurning um føroyingar skulu játta pening til heilsuverkið. Tað hevur onki at gera við fólkatingsumboðið!

So, fyri at taka samanum, um tú velur Fólkaflokkin, so velur tú ósannindi og politiskt skilaloysi! Fólkatingsumboðið hevur ikki heimild til hetta hálovaða Fólkafloksmál!

Vel heldur reytt! Vel heldur úrslit og politikk fyri vaksin! Vel Javnaðarflokkin!


Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag