Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Politiski kjakfundurin um nýggja stjórnarskipan nærkast

Ríkisfelagsskapur - 

Tørvur er á einum nógv meira breiðum fólksligum politiskum kjaki og innliti í, hvat samgongan arbeiðir við um nýggja stjórnarskipan. Hetta ætlar Føroya Væl at bøta uppá við einum almennum politiskum kjakfundi

Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi, skipar fyri politiskum kjakfundi í nýggja árinum.

 

Heitið á fundinum: Hví nýggja stjórnarskipan? - Hví Loysing?

 

Fundurin verður 10. januar 2018, kl.19.00-21.00, Aulan Finsen - gamli Kommunuskúlin.

 

Evnið er valt í sambandi við ætlaðu fólkaatkvøðuna hjá samgonguni um nýggja stjórnarskipan.

 

Politiski kjakfundurin, sum Føroya Væl skipar fyri, er serligur uppá hesar mátar:

 

- Fyrstu ferð, at 3 politiskir flokkar og tess formenn, alment stilla seg upp til kjak í hesum málinum

- Fyrsti almenni fundur, har partur av fólkinum og almenninginum sleppur til orðanna

- Fundurin er umboðaður við heilt ymiskum politiskum dimensjónum - samband-einari miðju-loysing og liberalt-sosialt

- Fundurin leggur serligan dent á politiskar áskoðanir og sjónarmið - men eisini við einum fakligum íblástri
 

Tey, sum fara at taka lut eru: Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkkinum. Eisini fer Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur at leggja fram. Helgi Abrahamsen verður fasilitator.

 

          

 

Føroya Væl heldur, at tørvur er á einum nógv meira breiðum fólksligum politiskum kjaki og innliti í, hvat samgongan arbeiðir við, um endamálið við einari nýggjari stjórnarskipan, um avleiðingar o.a.

 

Les meira: Skráin fyri tiltakið

 

Nevndin í Føroya Væl

Johan Dahl, formaður

RN