Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Politikkur og fiskivinna

2015-01-02 03:15

Politikkur og fiskivinna

Vit hava í Føroyum ringar royndir av politiskari uppíblanding í fiskivinnuna.

Veðhaldslógirnar frá 60’unum, Ráðfiskagrunnurin frá 70’unum og skipapakkarnir frá 80’unum vóru størsta orsøkin til stóra búskaparliga skrædlið í 90’unum.

Hóast ringu royndirnar, legði politiska skipanin tó miðskeiðis í 90’unum sína klammu hond yvir allan heimaflotan, og hevur síðani stýrt honum niður í smálutir gjøgnum eina sokallaða fiskidagaskipan.

Tíbetur komu víðgongdu politisku stillingarnar í lógina um vinnuligan fiskiskap ikki at fevna um langfaraskipini, hóast tey eru nevnd í lógini, og tey sluppu sostatt mest sum ótarnað at sigla sín egna sjógv, og hava sjálvi klárað at tillaga seg ”på godt og ondt”.

Hóast dúgliga bleiv rópt eftir politiskari uppíblanding, tá ið rækjuflotin stóð fyri hóttafalli, fekk hann tíbetur loyvi at sigla sín egna sjógv, meðan marknaðarkreftirnar eirindaleyst køvdu eitt skipið fyri og annað eftir, til einans 2 av 14 vóru eftir.

Nótaflotin, sum hinvegin hevur havt blíðan byr, er sloppin, leysur av darvandi politiskari uppíblanding, at mennast til stór og effektiv skip, sum at enda megnaðu at bjóða bæði EU, Norra og Íslandi av í kapping um norðurhavsins uppisjóvarríkidømi. Nakað, sum hevði verið heilt óhugsandi, um langfaraskipini høvdu fingið somu darvandi ásetingar sum heimaflotin undir fiskidagaskipanini, tí so høvdu vit óivað havt eitt nógv størri tal av munandi smærri og minni effektivum nótaskipum, sum ongan møguleika høvdu havt at bjóða EU og Norra av.

Verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum hava tíbetur eisini havt møguleikan at tillaga seg skilagott eftir egnum krøvum uttan darvandi politiska uppíblanding.

Illa er tó vorðið við heimaflotanum, tí har hevur Gud og hvør maður sína meining um hvussu hann skal drívast, og tað gongur neyvan mánaður í løgtinginum, at ikki heimaflotin verður viðgjørdur, fyri ikki at tala um, tá ið nærkast endanum av fiskidagaárinum, og fiskidagarnir skulu stillast av nýggjum. Tá hava vit 33 serfrøðingar í fiskivinnu, sum allir, hvør í sínum lagi, vita best hvussu fiskiskapurin á heimaleiðini skal skipast ella ikki skipast.

Ber til at sleppa undan slíkari drepandi politiskari uppíblanding, og lata heimaflotan sigla sín egna sjógv?

Valla slepst heilt undan hesumófiskiligu politikarunum, men tað ber tó til at ganga í eina ávísan boga uttan um teir, eins og útróðrarmenn í gomlum døgum gingu sær langar umvegir til báts, fyri ikki at møta konufólki, sum kundu oyðileggja teimum fiskieydnuna.

Eitt uppskot, har sleppast kann við minst møguligari politiskari uppíblanding, er hetta:

Ásetu mest loyvda veiðu fyri tosk hýsu og upsa á landleiðini, býti upp í kvotur, eins og gjørt verður, har langfaraskipini royna, og latið síðani fiskivinnuna sjálva finna út av, hvussu fiskast skal, uttan nakrar sum helst aðrar avmarkingar. Tí vinnan dugir best sjálv at finna út av flotasamanseting, reiðskapi, skipastødd, motorstødd, hagreiðing, sølu og harafturat eigur hon at sleppa at fiska frítt á øllum leiðum.

Latið tað eisini standa skipunum frítt at fiska á gýtingarleiðum, tí tað er effektivt fiskarí, og tað nýtist ongin onnur avmarking, um skipini halda seg til ásettar kvotur og harafturat ikki fiska ungfisk.

At tað ikki ber til at fiska eftir eini kvotaskipan undir Føroyum er nakað vrevl. Tað ber líka væl til sum aðrastaðni undir hesum treytum:

  • Kvotur verða lutaðar/seldar í mun til hvussu stovnarnir eru fyri og við atliti at søguligum býti millum fiskasløg hjá teim einstøku skipunum

  • Skipini kunnu í ávísan mun sjálvi tillaga fiskiskapin, so tað gongur upp við kvotum

  • Við umsetiligheit kunnu kvotur býtast og seljast millum skip, so enn betur fæst at ganga upp

  • Ein ávís nøgd kann fiskast út yvir kvoturnar, men tó avroknast á serligan hátt, landi, heldur enn viðkomandi skipi, at frama

Tað er tí ongin treyt, at tú skal kunna fiska reint, fyri at kunna fiska undir eini kvotaskipan, tá ið tú nú hevur allar omanfyrinevndu stillingarmøguleikar.

At tað slett ikki bar til at fiska undir eini kvotaskipan í 1994, komst eina og aleina av, at toskakvoturnar vóru alt í verðini ov smáar í mun til ta stóru nøgd av toski, sum tá brádliga var at fáa. Og harafturat var tá ikki loyvt at taka fisk inn, sum tú ikki hevði kvotu til. Hann skuldi tveitast út aftur. Soleiðis verður ikki gjørt undir kvotaskipanum í dag. Alt skal takast til lands, og eg havi álit á, at fiskifrøðingar, og aðrir við, eru førir fyri at áseta kvotur, soleiðis at til ber at dríva fiskiskap.

Eg taki eisini fult undir við einum av okkara máttmiklastu politikarum, tá ið hann sigur: “At søgan lærir okkum, at fiskivinnan hevur tað best, tá ið politiska uppíblandingin er sum minst”.

Halda vit harafturímóti fram við eini fiskidagaskipan, verður tað framhaldandi embætisverkið og politikararnir, sum koma at gera av hvussu fiskiskapur undir Føroyum skal skipast, og úrslitið verður so hareftir. Og so er kjakið um tilfeingisgjald, útlendskan kapital og hvussu loyvi skullu lutast ella seljast í heimaflotanum óinteressant. Tí tað kann næstan vera líka mikið hvør fær hesi rættindini, tá ið tey lítið og onki avkast geva.

Nei, lat okkum fyrst finna eina skipan, sum gera at fiskiskapur undir Føroyum lønar seg. Síðani kann tað vera áhugavert við tilfeingisgjaldi og hvør, ið fær rættindi til fiskiskap.

Thormund Johannesen

Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.