Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Politikkur má ikki koma í málið um Musikkskúlan

2014-05-07 18:26

Í seinastuni hevur ovmikið kjak tikið seg upp um Musikkskúlan. Róð verður fram undir, at musikkskúlin kanska ikki verður bygdur, onkur vil at staðsetingin skal broytast og onkur triðji at øll byggiverkætlanin skal endurskoðast. Uttan at taka støðu í ósemjuni vilja vit í Tórshavnar Ungdómsráð sláa fast, at málið um musikkskúlan er ov týdningarmikið at vera avlívað í politiskari ósemju.

Tórshavnar Musikkskúli er ein fantastiskur og vælvirkandi stovnur. Musikkskúlin er dagliga karmur um gerandisdagin hjá hundratals ungum, ið ynskja at læra at syngja, spæla ljóðføri, slagverk ella á annan hátt fáast við tónlist.

Men hóast Musikkskúlin er ein góður stovnur, einamest takka verið ótroyttiliga arbeiðinum hjá teimum, ið dagliga leggja ein stóran part av orku síni í skúlan og umhvørvi kring hann, so er hann ikki fullkomin. Karmarnir kring skúlan eru frálíkir, tá ið vit hugsa um lærarar og fólk, ið brenna fyri musikkskúlasakini. Men materiellu karmarnir kring skúlan eru ikki nóg góðir, og serliga hølini, ið skúlin húsast í, eru ótíðarhóskandi og megna ikki at nøkta vaksandi eftirspurningin eftir frálæru í tónlist.

Bíðirøðin at sleppa inn á eina av mongu greinunum í Musikkskúlanum kann vera upp í fleiri ár, og um foreldur ikki melda børn síni til Musikkskúlan longu tá ið tey vera fødd, so er sannlíkt, at tey ongantíð koma at ganga á Musikkskúlanum, tí at umstøður eru ikki at ganga mongu umsóknunum á møti. Fleiri enn 2000 børn standa í løtuni í bíðirøð eftir einum plássi í Musikkskúlanum.

Hettar eru tó ongi tíðindi, tí at arbeitt hevur verið í eini 25 ár við at fáa bøtt um hølisviðurskiftini hjá skúlanum. Musikkskúlanevnd er mannað og í 2005 byrjaði arbeiði við einum nýggjum skúla í Sortudíki, ið sum skilst nú er liðugt projekteraður og klárt er at seta spakan í. So seint sum í desembur í fjør samtykti býráðið játtanarkarm fyri musikkskúlaverkætlanina, ið ljóðar á 67 mió. kr.

Tað hevur verið trupult at fingið nakran respons frá borgarstjóranum og umsitinigini um ætlanirnar við Musikkskúlanum, og úr øllum herðashornum gera fólk úr tónlistarliga umhvørvinum vart við seg. Bæði nú- og fyrrverandi forkvinnurnar í Musikkskúlanevndini hava funnist at vantandi samskiftinum millum tey, ið sita við evstu ábyrgd av verkætlanini, og tey, ið skulu nýta skúlan. Musikkskúlalærarar og felag teirra hava sent skriv í fjølmiðlarnar og enntá býráðslimir hava í miðlunum víst á, at tað innanhýsis í samgonguni heldur ikki tykist vera semja um ætlanina.

Hetta ørkymlar okkum í Tórshavnar Ungdómsráð. Musikkskúlin er eitt kraftsentur fyri kreativan og nýskapandi ungdóm, ið allir borgarar í kommununi nýta gott av. Tað er sera umráðandi – kanska meiri umráðandi nú enn nakrantíð áður – at býráðið vísir ungdóminum, at atlit eisini vera tikin til ynski og áhugamál teirra ungu, og at vallyfti ikki eru tóm orð, men sáttmálar, ið fólkavaldu umboð okkara gera við borgaran.

Vit vilja tí staðiliga heita á býráðið, um at greiða okkum øllum frá, hvør lagna er tonkt Musikkskúlanum, og um ætlanin at byggja nýtt er slept, at heita á býráðið um at endurskoða tað avgerðina.

Vegna Tórshavnar Ungdómsráð

Tór Marni Weihe, ráðslimur