Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Politi í nærumhvørvinum

2022-03-31 07:00

Fyri áleið einum ári síðani vísti eg á, at kend andlit í nærumhvørvinum skapa álit og tryggleika. Hendan greinin varð skrivað í samband við, at fleirársavtalan fyri politiið varð nærum júst gjørd har áhersla varð løgd á at styrkja politiið í nærumhvørvinum fyri at tryggja eitt meira sjónligt og hjástatt politi. Í hesu avtaluni vórðu politiøkini í Føroyum javnsett við hini politiøkini í ríkinum og í tí sambandi skuldi føroyska politiøkið eisini styrkjast og nútímansgerast.

Politiið hevur síðan so líðandi verðið styrkt í nærumhvørvinum í ymiskum økjum í Danmark, tó er hetta ikki at síggja aftur í Føroyum enn. Hetta, hóast tað áhaldandi hevur verið varpað ljós á vaksandi trupulleikan um rúsevnismisnýtslu millum ung. Trupulleikin bara økist og politi í nærumhvørvinum er meira neyðugt enn nakrantíð.

Orsakað av keðiligu gongdini í samband við rúsevnismisnýtslu millum ung, hevur landsstýrið tikið stig til at seta átøk í verk. Eg gleðist um, at dentur verður mest lagdur á fyribyrging, tí í mínum eygum, er politi í nærumhvørvinum sera viðkomandi í samband við júst hetta, tí kend andlit í nærumhvørvinum skapa álit og tryggleika. Kenna politistar tey ungu og støðu teirra, er tað møguligt at grípa inn í góðari tíð og lofta teimum, áðrenn tey eru endað í einum umhvørvi, hvagar tað er torført at sleppa út aftur. Harumframt kunnu tey ungu kenna seg trygg at venda sær til politiið um eitthvørt. Hetta, tí tey hava álit á, at politisturin kennir teirra støðu og er til reiðar at hjálpa við ráðum og annað.

Hetta hevur skund og má setast í verk sum skjótast. Í hesum sambandi havi eg samskift við okkara mann, Edmund Joensen, á fólkatingi sum tekur málið í størsta álvara og hevur boðað frá, at hann arbeiðir við málinum.

Politiið skal vera ein aktivur viðspælari í samfelagnum og við at tryggja meira politi í nærumhvørvinum, so verulig trúnaðarbond og álit verður skapt, er tað ein gongd leið.

Rósa Samuelsen,
løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin