Pláss fyri hundaeigarum.
2012-10-30 02:27
Mett verður, at áleið fjórða hvørt húskið í havn hevur ein ella fleiri hundar. Hóast hetta, er einki tilboð fyri hundaeigarar í Tórshavnar Kommunu.
Býráði gjørdi her fyri ein stuttan
film um hundar í havn. Tað ið serliga endurspeglaði seg í stuttfilminum, var
hvat býráði metir um okkum hundaeigarar. Í staðin fyri máli við hundalortum var tikið í
álvara, var heldur gjørt gjøldur burtur úr hesum. Filmurin virkar heldur sum
lýsing fyri býráðslimirnar. Peningurin skuldi heldur verði brúktur til, at betra
um umstøðurnar hjá hundaeigarum. Tað eru tíanverri nakrir ábyrgdarleysir
hundaeigarar, ið ikki taka upp eftir hundinum. Men veruligi trupulleikin er
heldur teir leysgangandi hundarnir, ið umframt ikki taka upp eftir sær sjálvum, eru til sera
stóran ampa fyri fólk.
Hundafeløgini í Føroyum hava seinastu
árini gjørt eitt megnararbeiði við, at upplýsa hundaeigarum um hundahald.
Feløgini skipa javnan fyri venjing, kapping, framsýning, kunning og fleiri øðrum
áhugaverdum tilboðum fyri hundum og hundaeigarum. Hetta sjálvbodna arbeiði eiga
feløgini og tær eldsálir, ið hava hundar sum frítíðarítriv, sera stóra tøkk
fyri.
Nú er tíðin komin til, at hundaeigarar
í Tórshavnar Kommunu vera raðfestir. Tað skal sjálvandi vera pláss fyri øllum í
Tórshavnar Kommunu.
Tey komandi árini vil eg arbeiða fyri,
at útvega fleiri fríøki til hundar. Øki har hundar hava møguleiki, at renna
leysir uttan ampa fyri onnur. Hesi øki vera skipaði sum hundaskógir, vit eitt
nú kenna frá Danmark. Hetta krevur ikki tær stóru íløgurnar, eitt øki í
rímuligari stødd, ið er turt og væl innhegnað. Tað eru longu øki ið eru
vælegnaði til hetta í kommununi, eitt nú í Havnardali. Eg vil virka fyri, at fyrsta
øki longu er tøkt í 2013.
Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður.
Rúni Sundberg Patursson, valevni á
listanum hjá Framsókn
Tórshavn fyri øll!