PETUR OLUF HANSEN - pionerur!

2021-01-19 16:03

kristiliga tíðindatænasta- v/poul jóhan djurhuus, glyvrar - gjaranes@gmail.com- tlf: +298 228314

skrivað: pjd, glyvrar 14.01.2021

_____________________________________________________________________________________________________

PETUR OLUF HANSEN - pionerur!

Nýggjársdag komu boðini, at Petur Oluf Hansen var farin foldum frá. Petur Oluf var 78 ára gamal, og hann var lítlibeiggi navnframa evangelistin, Brynleif Hansen, sum doyði í flogvanlukkuni í Mikinesi í 1970. Tað vóru 6 ár millum teir báðar.

Petur Oluf var sonur Malenu og Hans Hansen í Fuglafirði. Hann vaks upp í Fuglafirði, har hann sum barn og ungur kom í sunnudagsskúla og til møtini í samkomuni Siloa. Systkini eftir aldri: Óla Hendrik, Hilma, Elsie, Brynleif, Arnbjørg og Sam Arnhild. Fýra tey elstu eru deyð.

Hann giftist við Maluni Petersen. Tey bygdu hús í Havnini, har tey hava búleikast tað mesta av teirra lívi. Tey fingu fýra børn: Beinir, Katrin, Brynleif og Durita. Seinnu árini hava tey átt hús í Hirtshals, har tey hava búleikast seinastu árini, og eisini nú Petur Oluf legði árarnar inn.

RAKTI HART: Tað má hava rakt Petur Oluf hart, tá hann so brádliga misti stórabeiggjan, Brynleif, sum hann sá upp til og virðismetti høgt. Nógv ár seinni kom fram í ljósmála, at Petur Oluf bandaði tann partin av jarðarferðini hjá beiggja sínum, sum fór fram á grøvini.

Petur Oluf og beiggin vóru báðir næmingar á Moorlands Bíbliuskúla í Suður Onglandi fyrst í sekstiárunum, har fleiri kendir føroyingar hava nomið sær bíbliukunnleika. Petur Oluf var liðugur á Moorlands í 1963 eftir tvey ára lestur. Einki er tað at ivast í, at hann fekk íblástur frá Brynleifi, sum byrjaði nakað frammanundan, at fara á bíbliuskúla, tí tá í tíðini var ta ein heldur óvanlig avgerð. Hetta sigur okkum, at Petur Oluf innast inni hevði eitt heilagt mál við sínum lívi.

PIONERUR:Ein “tilvildarlig” vitjan á einum møti í enska býnum Exeter í Suður-Onglandi gjørdi Petur Oluf til Pioner ella ein íbyrtara, uttan at hann visti tað sjálvur:

Ein dagin, meðan Petur Oluf var á Moorlands Bíbliuskúla, hoyrir hann, at ein ungur maður, 25 ára gamal, úr USA skal tala á einum møti í EXETER. Tað segðist, at høvuðsendamáli hjá hesum unga Amerikanska evangelistinum at vitja í Vestur-Europa var, at motivera og eggja ungdómin í kirkjum og samkomum í Europa at fara út við evangeliinum, tí hann meinti, at kristinlívi í Vestur-Europa var lunkað og tørvaði nógvan andaligan íblástur.

Petur Oluf greiddi frá, at hann kom at sita beint undir talarastólinum, og fekk so statt hvørt orð við, sum sagt var. Ungi talarin úr USA var eingin annar enn sjálvur GEORGE VERWER, stovnarin av OPERATION MOBILISATION (OM). Hann fekk eisini høvi at heilsa upp á George Verwer eftir møti. Tá kendu føroyingar einki til George Verwer ella Operation Mobilisation.

Petur Oluf greiddi eisini frá, at hann varð so bergtikin og “smittaður” av hesum unga manninum og boðskapinum hann bar fram, at hann fór at hugsa um at geva nakað av síni tíð til evangelisering í Vestur-Europa. Hann fór fyrst á eina stevnu hjá Operation Mobilsation, sum varð hildin í Frankaríki, og har frá fóru hann og aðrir næmingar á Moorlands við Operation Mobilisation ein mánaða til Italia á sumri í 1963; og hetta summari vóru ikki færri enn 2500 ungdómar, sum halgaðu summarfrítíðina til evangelisering í Europa, greiddi Petur Oluf frá í einum tíðindabrævi, sum hann skrivaði heim til samkomuna – mitt í hesum meldrinum var føroyingurin Petur Oluf Hansen úr Fuglafirði!

Petur Háberg, sum tá stjórnaði blaðnum LÍV OG LÆRA, endurgav brævið í blað nr. 13/14 1964, og við hesum lítla tíðindastubba fekk ungdómurin og samkomurnar í Føroyum fyri fyrst ferð at hoyra um tað umfatandi og spennandi virki hjá George Verwer og Operation Mobilsation – og tað má sigast, at eftir nøkrum árum tendraði í hjá teimum ungu í Føroyum.

MINNIÐ EFTIR

PETUR OLUF HANSEN

Kristiliga Tíðindatænastan vil leggja aftrat minninum eftir Petur Oluf Hansen, at hetta var fyrstu ferð, at føroysku samkomurnar hoyrdu um George Verwer og Operation Mobilsation; og at Petur Oluf Hansen var sostatt fyrsti føroyingur, sum møtti George Verwer og fyrsti føroyingur, sum mynstraði við Operation Mobilisation.

Við hesum var hann pionerur, uttan at vita tað sjálvur, tí hann slóðaði fyri túsundtals føroyingum, sum síðani miðskeiðis í sekstiárunum og til dagin í dag, hava verið ein partur av OM í styttri ella longri tíð, á ein ella annan hátt, og fingu har eina praktiska missiónsvenjing fyri restina av lívinum - sum er fallið Guds Ríki í Føroyum ríkiliga til góðar!

Vit lýsa Guds frið og signing yvir minni eftir Petur Oluf Hansen!

________________________________________

Kristiliga Tíðindatænasta- v/Poul Jóhan Djurhuus