Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Petur Frank Jákupsson Holm stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-10 11:35
Kommunalpolitikkur -

Eitt nýtt ungt valevni stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn

Petur Frank Jákupsson Holm er 27 ár og er føddur í havn. Hann er uppvaksin á Argjum og hevur mestsum altíð búð á Argjum, tó hevur hann í nøkur ár verið uttanlands í lestrarørindum.

Petur Frank er útbúgvin fíggjarbúskaparfrøðingur, og arbeiðir hann til dagligt sum sølu- og metingarmaður hjá Skyn.

Øll hansara barndómsár og ein part av vaksnamannaárunum, hevur hann íðkað ítrótt og serliga hevur áhugi hansara verið innan fótbóltin.

Petur Frank er ungur og kennir tí tørvin hjá ungum fólki í kommununi. Hetta er ein av orsøkunum til, at hann bjóðar seg fram til kommunuvalið 10. november.

Fyri hann hevur tað eisini týdning, at eitt ungt fólk kemur inn í býráðið, so tey ungu hava eitt beinleiðis talirør í Tórshavnar kommunu.

Petur Frank hevur hesi hjartamál:

Tey ungu og ungu barnafamiljurnar í Tórshavnar kommunu skulu hava fjølbroyttar møguleikar at seta sær búgv. Tí skulu fleiri grundstykki útstykkjast komandi árini og eisini skulu tað byggjast fleiri fjølbroyttir bústaðir.

Tað skal gerast lættari hjá ungum at seta føtur undir egið borð, hetta kann gerast við eitt nú at langtíðar leiga út grundstykki, sum borgarin síðani byggir hús á, so tá pengarnir eru til tað, keypir borgarin stykkið.

Tað eru altsamt fleiri fólk, ið ynskja at búseta seg í Tórshavnar kommunu. Tí skal trivnaðurin raðfestast høgt.

Trivnaðurin er lyklaorðið fyri framburð, tí mugu vit tryggja okkum, at borgarin trívist, so vit fáa eina kommunu, ið altíð er í støðugari menning. Tað er av stórum týdningi, at allir aldursbólkar trívast og tað hevur stóran týdning, at trivnaðurin verður raðfestur í allari kommununi.

At borgarin trívist, er alt avgerandi fyri, at borgarin eisini verður verandi í kommununi.

Saman um tey ungu og saman um ungu barnafamiljuna.

Ein atkvøða fyri honum, merkir hægstu raðfesting á hesum økjum, og vil hann saman við tykkum gera sítt besta fyri, at hetta eydnast.

Set X við Petur Frank Jákupsson Holm, valevni fyri Sambandsflokkin.

Føroya Væl

RN