Pensjónssemjan og sjúkrarøktarfrøðingar

Í grein í miðlunum vísir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á, at pensjónssemjan ger stóran mismun á føroyingum. Orsøkin er tann, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava valt, at pensjón teirra skal útgjaldast sum lívrenta, og tí óttast tey fyri, at við broyttu mótrokningini í pensjónssemjuni verða tey revsað, ið hava valt lívrentu. Her er helst talan um eina misskiljing. Tað er rætt, at frá 2020 fer at verða mótroknað í allari pensjónini, men mótrokningin verður samstundis gjørd munandi lagaligari, enn hon er hjá verandi pensjónistum.


Mær er fortalt, at lívrentan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er millum 60.000 og 90.000 krónur í árligum útgjaldi. Um so er, merkir hetta, við broyttu mótrokningini, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fara at fáa millum 1000 og 2.000 krónur meira at liva fyri um mánaðin, samanborið við verandi skipan við mótrokning. Sí hjáløgdu talvu.

 


Stakir pensjónistar í nýggjari skipan í 2020 – útgjald eftir skatt og gjøld pr. mð

Kelda FMR


Samstundis verður eisini møguleiki at útseta fólkapensjónina, um ein ynskir at halda fram at arbeiða eftir pensjónsaldur og fáa meira í pensjón, tá ið ein heldur uppat at arbeiða.


Tað er rætt, at ongin broyting er gjørd viðvíkjandi mótrokning í kapitalpensjón í mun til verandi skipan. Tó kemur kapitalpensjónin at fylla munandi minni í framtíðini, við tað at tað sambært eftirlønarlógini frá 2013 í mesta lagi er loyvt at nýta 15% av uppsparingini til kapitaleftirløn.

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.