Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Pensjónistarnir enn einaferð fyri skotum

At geva pensjónistum skuldina fyri kostnaðarmikla Heilsuverkið, tí vit ditta okkum at gerast eldri og eldri fyri hvørt ár, er rætt og slætt toppmált, frú figgjarnevndarforkvinna, Ruth Vang

Sum ikki einaferð, verður aftur nú lagt eftir pensjónistunum. Ferð eftir ferð fáa vit at vita, at tað eru pensjónistarnir, sum eru teir stóru syndararnir, tá samfelagnum vantar pening.

Aftur í kvøld kom hetta fram. Tað sá og hoyrdi alt Føroya fólk (uttan tey, sum vóru so framlig at hyggja at HM-fótbólti) í beinleiðis kjakinum í Degi og Viku millum figgjarnevndarlimir løgtingsins, forkvinnuna Ruth Vang og Bárður á Steig Nielsen.

Kjakið snúði seg um eykajáttanarumsókn Landssjúkrahúsins uppá 10 mió. kr., harav stovnurin seinnapartin í dag fekk játtað sjey mió. kr.

Toppmált

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at Landssjúkrahúsnum vantar pening, men at skumpa hendan kostnaðarmikla trupulleikakenda kleppin yvir á pensjónistarnar, sum sambært fíggjarnevndarforkvinnuni kosta Heilsuverkinum alt ov nógvan pening, tí vit ditta okkum at gerast eldri og eldri fyri hvørt ár, er toppmált, Ruth Vang.

Tað er ikki okkara skyld, at Heilsuverkið kostar milliónir og aftur milliónir av krónum. Blakað heldur handan kostnaðarmikla bóltin yvir á politisku skipanina.

Landsfelag Pensjónista mótmælir harðliga, at limir okkara verða nýttir sum syndarar í slíkum kjaki sum hesum.

Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista