Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Parkeringstunnil undir Skálatrøð

2020-09-10 23:28

Fyri at loysa tann stóra trupuleikan við vantandi parkeringsmøguleikum í miðbýnum, kundi ein parkeringstunnil verið gjørdur. Parkeringstunnilin skal gerast úr berginum á Skálatrøð og skal ganga 300 metrar inn í bergið, har ein uppgongd skal verða við Dr. Jakobsensgøtu við keypsamtøkuna. Tað kundi ført við sær 230 nýggj parkeringspláss og verið við til at bøtt um tann átrokandi trupuleikan, við ov vánaligum og ov fáum parkeringsmøguleikum í miðbýnum. Samstundis, hevði hendan verkætlanin verið við til, at skapt økt virksemi og á tann hátt, eisini verið við til at fingið meira lív í miðbýin.


X við Kára Johansen valevni á lista C javnaðarflokkurin