Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Parkeringshús byggjast á Vaglinum

Løgtingið hevur nú saman við Tórshavnar Kommunu samtykt at byggja parkeringshús á Vaglinum. Orsøkin til hetta er, at bæði løgtingsfólk og býráðsfólk vilja hava betri arbeiðsumstøður - tey hava ov langt at ganga til arbeiðis, sum er - og nú, tá ið nú Vaglið kortini ikki verður brúkt til nakað serligt, er hetta jú eyðsæð, verður sagt. 

Nei tvætl, hetta er sjálvandi ikki rætt! Men tað kundi verið syrgiliga avleiðingin, um vit ikki ansa nóg væl eftir okkara býi. 

Ófullfíggjað, sum tað hevur ligið í eitt mannaminni, er Vaglið bæði okkara ráðhúspláss og okkara tinghúspláss. Tað er ein vitnisburður um, at býarskipanararbeiðið í Tórshavnar Kommunu ikki hevur riggað, at man ikki hevur gjørt sær greitt, hvat býarplássini skulu brúkast til - og tað hevur gjørt Vaglið til okkara alra ringu samvitsku. 

Harumframt er Vaglið eitt hitt mest misskilta ferðsluvegamótið í Føroyum við 4 koyribreytum hvør í sína ætt - og frá kioskini hjá Astu og 50 metrar oman til Gamla Bókhandil, 4 breytum lið um lið. Kortini halda vit fast um at brúka Vaglið sum tjóðarinnar savningarstað til høgtíðir sum ólavsøku, flaggdag og 1. mei. Hetta kunnu og mugu vit gera betur! 

Møguleikin at gera Vaglið til nakað av tí allar vakrasta er mestur til staðar. Hetta býarinnar høvuðstorg skuldi sjálvandi havt nakað væl meiri tign, enn tað hevur í verandi líki - tí tað er her, maktin í landinum er savnað. Við løgtingshúsunum, býráðshúsunum og annars vakra, Gamla Bókhandli rundan um kunnu vit skapa eitt heilt serligt býartorg og býarrúm, vit kunnu vera errin av - og hvørs líka ongin annar høvuðsstaður hevur at bjóða. 

Við at lata okkara kæru, saknaðu Havnará koma undir ljós aftur, fer hetta stað mest sannlíkt at verða eitt hitt vakrasta og mest vitjaða torgið í landinum. Rennandi vatn við fiskum í er lokkandi, bæði hjá børnum og vaksnum. Og verður áin kanska prýdd við onkrum listarverki við glitrandi ljósspæli og vakrir flísar lagdir á torgið fyri at savna stáðið, ja, so kann Vaglið beinleiðis gerast eitt minniligt býarrúm bæði hjá landsfólki og ferðafólki. 

Verði eg valdur í Býráðið, er hetta nakað av tí fyrsta, eg ætli mær at skjóta upp í hátt virda býráðssalinum. 

Og fyri at venda aftur til spurningin um parkeringsviðurskifti, so er hesin enn óloystur. Meiri um hetta seinni 

Leivur Thomsen, valevni fyri Tjóðveldi