Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Parkeringsansarnir SKULA fáa arbeiðsfrið!

2018-12-14 21:27

“Ansarnir verða hóttir av óhøviskum persónum og hava tí tørv á í fleiri førum at ganga tveir í fylgi”, varð ein av grundgevingunum til, at býráðið í gjár samtykti at seta ein 4. parkeringansara.

Hettar er langt úti, at fólk eru so óuppdrigin, frek og óhøvisk at parkeringsansarnir ikki kunna gera sítt arbeiði.

Eg atkvøddi blankt, tí eg haldi, at her eiga vit at sláa fast við 12 tummar seymi, at slíkar hóttanir góðtaka vit ikki. Okkara starvsfólk SKULA fáa arbeiðsfrið, og tí átti ein almenn fráboðan komið, at hendir hettar aftur, so verða hesir óuppdrigni persónarnir meldaðir til løgregluna.
Nógvir starvsfólkabólkar hjá kommununi eru í útsettum størvum, og tí er tað sera týdningarmikið, at vit klárt og týðiliga lata øll vita, at kommunaltsett, og fyri tann saks skyld, øll onnur, skula verða vird og fáa arbeiðsfrið, annars verða hesir hóttarar meldaðir. Ein sømilig dómur hevði verið 100 tímars samfelagstænasta ….kanska sera hóskandi - sum parkeringsansari! - Skemt til síðis, tí hettar er eitt grundleggjandi og álvarsligt mál, og tí skal handlast.